Munurin millum rættingarnar hjá "Amerikanska Sámoa"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 14:
| forseti = [[Barack Obama]]
| vídd = 199
| vatn = 0.,0 %
| íbúgvar = 54, 517
| íbúgvar_ár = 2014
| íbúgvar_km2 = 326
Linja 27:
}}
 
'''Amerikanska Sámoa''' ([[Sámoskt mál|sámoskt]]<ref>http://www.malrad.fo/page.php?l=fo&Id=97&s131=S</ref>: Sāmoa Amelika ella Amerika Sāmoa, [[enskt]]: American Samoa) er eitt lítið amerikanskt oyggjaland í [[Kyrrahav]]inum. Oyggjabólkurin er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda [[Sámoaoyggjar]]nar í [[Polynesia]]. Amerikanska Sámoa er eystasta oyggin í oyggjabólkinum. [[Sámoa|Lýðveldið Sámoa]] liggur eisini í oyggjabólkinum. Amerikanska Sámoa er umleið miðskeiðis millum [[Hawaii]] og [[New Zealand]]. Oyggjarnar liggja í Polynesia í Kyrrahavinum, einar 100 km. eystur úr Lýðveldinum Sámoa og eru partur av [[Sámoaoyggjar|Sámoaoyggjunum]]. [[Pago Pago]] er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni [[Tutuila]], sum er tann størsta oyggin. Á Amerikanska Sámoa, sum er 199 ferkilometrar til støddar, búgva 54. 517 fólk og á Tutuila (142 ferkilometrar) 50. 000, so [[fólkatættleiki]]n er høgur. Á Tutuila er fólkatættleikin uml. 400 fólk fyri hvønn km², og í t.d. [[Streymoy]]nna uml. 60 fólk fyri hvønn km². Amerikanska Sámoa (199 ferkilometrar) er nakað størri enn [[Vágar]], sum er 177 km². Tað vil siga, at [[Føroyar]] eru 7 ferðir størri enn AmerikanskumAmerikanskt Sámoa. Oyggjarnar eru partur av [[USA]] og liggja 900 km norðanfyri [[Tonga]], 100 km eystanfyri [[Sámoa|Lýðveldið Sámoa]], og 500 km sunnan fyri [[Tokelau]].


 
Sjey oyggjar eru í landinum.<ref>http://www.sydhav.no/Amerikansk%20Samoa/fakta.htm</ref> Oyggjabólkurin hevur fleiri befólkaðar og óbefólkaðar oyggjar; tær størstu av Amerikonsku Sámoaoyggjunum eru Tutuila, Aunu'u, Ofu, Olosega og Ta’u. Av teimum er oyggin Tutuila størsti parturin og har tað búgva flest fólk; 95 prosent av fólkatalinum í 2014 búgva á Tutuila. Motu O Manu er einasta oyggj í Amerikanskum Sámoa, har ongi fólk búgva. Oyggjabólkurin er av vulkanskum uppruna. Amerikanska Sámoa gjørdist amerikanskt [[hjáland]] í 1899, og hevur síðan hoyrt til [[Sameindu Statirnir]], burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av [[Týskland]]i. Tá ið niðurlendingar komu til oyggjarnar í 1722, vóru tær so tætt skógvaksnar, at næstan ikki var framkomandi. Í dag eru stórir partar av oynni dyrkaðar, men tað eru enn fleiri øki, sum eru órørd, m.a. ''National Park of American Samoa''. Hesi økið eru sera ymisk. Høg ber fjøll, onnur fjøll eru vaksin við frumskógar líknandi vøkstri. Skógarklædda fjallalandslagið líkist nógv tí í grannalandinum Lýðveldið Sámoa fyri vestan. Íbúgvarnir eru av polynesiskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti.


 
Amerikanska Sámoa er partur av USA, og fólkið, har býr, er sostatt amerikanar. Oyggjarnar hava sítt egna [[ting]] og guvernør; teir hava eitt ting, sum smíðar lógir, og ger egna fíggjarlóg. Men uttanríkismál verða umsitin í [[District of Columbia]]. Oyggjabúgvar senda umboð til [[Kongressin í USA|tjóðartingið]] í [[Washington DC]]. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er [[amerikanskur dollari]] (USD). Almenn mál eru enskt og sámoskt, sum er eitt polynesiskt mál. Á Amerikanska Sámoa er fiskivinnan høvuðsvinnan; í dag er Amerikanska Sámoa tann mest framkomni parturin av [[Sámoaoyggjar|Sámoaoyggjum]], fyrst og fremst vegna fiskivinnuna. [[Ferðavinna]]n er eisini gomul, men hendan tók rættuligt dik á seg, tá ið tann sokallaða charterflúgvingin byrjaði í [[1960-árini|1960-árinum]]. Hjálandið hevur eitt sera tropiskt veðurlag við miðalhita ið liggur á umleið 29 °C alt árið<ref>http://www.samoa.travel/about/a5/Practical-Information</ref>, og sum minnir nógv um veðurlagið á teimum [[Hawaiioyggjar|Hawaiiansku oyggjunumHawaiioyggjunum]]. Kaldasta tíðin er frá [[november]] til [[apríl]], og hetta tíðarskeiði verða oyggjarnar onkuntíð raktar av tropiskum [[Ódnir|ódnum]]. Á oyggjunum eru fleiri høg eldfjøll, men nú er bara eitt, sum ger um seg. Mesta regnið er frá [[januar]] til [[mars]].<ref>http://www.prh.noaa.gov/peac/peu/2012_1st/american_samoa.php</ref>
 
== Myndir ==