Munurin millum rættingarnar hjá "Hetland"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 27:
}}
 
'''Hetland''', ([[Enskt mál|enskt]] ''Shetland'', [[Skotskt gæliskt (mál)|Skotsktskotskt gæliskt]]: ''Sealtainn'', [[Skotskt mál|skotskt]]: ''Ȝetland/Zetland''), er ein oyggjabólkur norður úr [[Skotland]]i. Formliga er Hetland partur av Skotska Kongaríkinum, sum formliga er partur av [[Stóra Bretland|Sameinda Kongaríkinum í Stórabretlandi]], sum síðani aftur hevur skift navn.
 
Hetland verður ofta roknað sum nærmasti granni hjá [[Føroyum]], men hetta er ikki rætt. Úr Sumbiarenda til vestastu oynna í Hetlandi, [[Foula]] (føroyskt: ''Fugloyggin''), eru 150 fjórðingar ella 282 km; men úr Sumbiarenda til [[North Rona]] í [[Suðuroyar|Hebridunum]] eru bara 260 km, sum sostatt er nærmasti granni hjá Føroyum. Av oyggjunum í Hetlandi, sum eru 117 í tali, er ein nógv tann størsta, [[Mainland, Hetland|Mainland]] (Meginlandið). Á henni eru størstu býirnir: [[Lerwick]], 350 ára gamal, og [[Scalloway]], gamli høvuðstaðurin.
Linja 43:
== Politikkur ==
 
Av 22 limum í [[Hetlandsráðið|Hetlandsráðnum]], sum er hægsti myndugleiki í Hetlandi eftir fólkið, eru 5 valdir politiskt ([[liberal-demokratar]]). Í [[Skotska Tjóðartingið|Skotska Tjóðartinginum]] síggjast politiskir flokkar betribetur aftur. Ein liberal-demokratur er valdur at umboða Hetland beinleiðis við Hetlandi sum valdømi. Men [[Skotland]] hevur tvey sløg av valdømum, og Hetland er partur av einum teirra. Í ''Hálondunum og oyggjunum'', sum er eitt valdømi ið umfatar Hetland, eru tveir limir valdir umboðandi [[Konservativi flokkurin|Konservativa flokkin]], tveir fyri [[Labourflokkur|Labourflokkin]], ein fyri [[Grøni flokkur|Grøna flokkin]] og tveir fyri [[Scottish National Party]].
 
== Mentan ==
Linja 49:
=== Mál ===
 
[[Hetlendskt mál]] ber týðilig brá av at vera av [[Norrønt|norrønum]] uppruna. Fyri tveyhundrað árum síðani var [[Norrønt|norrøna]] [[mál]]ið [[Nornnorn]] útbreitt í Hetlandi. Við hesum [[mál]]i kundu [[Føroyar|føroyingar]] og hetlendingar tosa beinleiðis saman á móðurmáli sínum, sum teir javnan gjørdu.
 
[[Mál]]ið er nú útdeytt, men nógv [[orð]] og staðarnøvn liva eftir. Í yvirlitinum yvir oyggjar niðanfyri sæst t.d., at mangar av oyggjunum hava navn, ið endar -ey, sum er tað sama sum -oy á [[føroyskt (mál)|føroyskum]]. Eisini kann nevnast, at ullarliturin morreytmorreytt, bæði ljóst og myrkt, er navn á sama ullarliti í Hetlandi.
 
== Landafrøði ==
Linja 57:
Hetland er millum [[Føroyar]] og [[Skotland|skotska meginlandið]]. Landslagið líkist nakað aftur í tað í [[Føroyum]], men Hetland er betur vallað, og fjøllini eru ikki so høg, tað hægsta, [[Ronas Hill]], er bara 480 m. Veðurlagið er nakað sum í Føroyum, heldur eitt sindur lýggjari.
 
TilsamansAv teimum 117 oyggjaroyggjunum eru í Hetlandi. Av teimum eu 19 bygdar. Størsta oyggin er [[Mainland, Hetland|Mainland]]. Nakrar av hinum eru hesar:
 
* Balta, Bigga, Bressay, Brother Isle, [[Burra]]