Munurin millum rættingarnar hjá "Lucille Ball"

Content deleted Content added
Skótin (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "{{Infobox person | name = Lucille Ball | image = File:Lucille Ball 1944crop.jpg | caption = lucille Ball í 1944. | birthname = Lucille Désirée Ball |..."
 
Skótin (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 17:
| signature_size = 125px
}}
'''Lucille Désirée Ball''' ([[6. august]] [[1911]] – [[26. apríl]] [[1989]]) var ein amerikonsk sjónleikarinna, skemtari og modell. Hon hevði høvuðsleiklutin í skemtirøðunum ''I Love Lucy'', ''The Lucy–Desi Comedy Hour'', ''The Lucy Show'', ''Here's Lucy'', og ''Life with Lucy''.<ref>http://www.tv.com/people/lucille-ball/biography/</ref>
 
Starvsleið Lucy í stjørnuheiminum byrjaði í [[1929]], tá hon fekk starv sum modell. Stutt eftir tað byrjaði hon at framføra sjónleika í [[Broadway]] sjónleikarahúsinum undir pallnavninum Diane Belmont og Dianne Belmont. Lucy hevði nógvar smáar leiklutir í filmum í [[1930-árini|1930-]] og [[1940-árini|1940-árunum]], har hon hevði sáttmála við RKO Radio Pictures, ið nýtti hana sum kórgentu, og til líknandi smáar leiklutir. Ímeðan Lucy starvaðist hjá RKO møtti hon kubanska tónleikaranum Desi Arnez. Lucy og Desi giftust í loyndum tann [[30. november]] [[1940]].
 
Í [[1950-árini|1950-árunum]] gjørdist Lucy sjónvarpsstjørna. Í [[1951]] skaptu Lucy og Desi skemtirøðina ''I Love Lucy'', ein sjónvarpsrøð, ið kom til at verða ein av mest elskaðu sjónvarpsrøðum í [[USA]] nakrantíð. Tann [[17. juli]] sama ár føddi Lucy fyrsta barn hennara og Desi; eina dóttir, ið fekk navnið Lucie Désirée Arnaz. Hálvt annað ár seinni kom næsta barn teirra í heimin; ein son, ið fekk navnið Desiderio Alberto Arnaz IV, oftast kallaður Desi Arnaz Jr.<ref>http://www.twoop.com/people/lucille_ball.html</ref> Lucy og Desi høvdu verið gift í 20 ár tá tey skildu í [[1960]].
 
Í [[1962]] gjørdis Lucy fyrsta kvinna til at reka eitt sjónvarpsstudio. Studioið fekk navnið Desilu, og framleiddi fleiri vælumtóktar og víðakendar sjónvarpsrøðir. Harímillum kann nevnast ''Mission: Impossible'' og ''Star Trek''. Lucy fram við at traðka fram í sjónvarpi og filmum alt sítt lív, men gjørdist tó aldrin líka vælumtókt sum í [[1950-árini|1950-árunum]].
 
Í seinni árunum var Lucy tilnevnd og heiðrað við fleiri virðislønum. Hon var tilnevnd til Emmy virðislønina trettan ferðir, og vann fýra ferðir. <ref>http://www.punoftheday.com/lucille-ball.html</ref> Í [[1977]] gjørdist hon ein av fyrstu vinnaranum av ''Women in Film Crystal Award''. Hon fekk Golden Globe Cecil B. DeMille virðisløn í 1979,<ref>http://www.awardsandshows.com/features/cecil-b-demille-award-499.html</ref> lívsverks heiðursløn frá Kennedy Center Honors í [[1986]],<ref>http://www.kennedy-center.org/programs/specialevents/honors/history.cfm</ref> og Governers virðisløn frá the Academy of Television Arts & Sciences í [[1989]].<ref>http://www.emmys.com/awards/hall-of-fame-honorees</ref>
 
Lucy doyði 77 ára gomul tann 26. apríl 1989. Lucy hevði fingið hjartatilburð nakrar dagar áðrenn, ið var atvold til æðraslit á meginlívæðrini. Tá hevði hon fingið nýggja meginlívæðr frá einum 27 ára gomlum manni, ið hevði latið lív í eini motorsúkkluvanlukku. Lucy kom fyri seg, men nakrar dagar seinni vaknaði hon við ryggpínu, og misti vit stutt aftaná. Roynt var at fáa lív í hana aftur, men uttan eydnu. Tá hon var flutt á sjúkrahús, vísti tað seg at meginlívæðrin var brotin aftur, og hesu ferð í búkinum.<ref>http://articles.latimes.com/1989-04-27/news/mn-1618_1_love-lucy-aorta-emergency-heart-surgery</ref> Lucy lat eftir seg børn síni, barnabørn og mann sín, stand-up skemtarin Gary Morton, ið hon hevði verið gift við síðstu 27 árini.
 
== Útvortis ávísing ==
* [http://ibdb.com/person.php?id=30752 Lucille Ball] á Internet Broadway Database
* [[imdbname:0000840|Lucille Ball]] á [[Internet Movie Database]]
* [http://www.allmovie.com/artist/p3574 Lucille Ball] á AllMovie
* [http://www.tvguide.com/celebrities/lucille-ball/163025 Lucille Ball] á TVGuide.com
* [http://www.findagrave.com/cgi-bin/fg.cgi?page=gr&GRid=50 Lucille Ball] á ''Find a Grave''
* [http://www.britannica.com/biography/Lucille-Ball Lucille Ball] á Encyclopaedia Britannica
 
== Keldur ==
[[Bólkur:Føðingar í 1911]]
[[Bólkur:Andlát í 1989]]
[[Bólkur:Amerikanskir sjónleikarar]]
[[Bólkur:Amerikanskar songkvinnur]]
[[Bólkur:Amerikanskir skemtarar]]