Munurin millum rættingarnar hjá "New Jersey"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 20:
| Guvernørur: || Chris Christie ([[Republikanski Flokkurin|R]])
|-----
| [[Vídd]]: || 22  608  km²
|-----
| Íbúgvar ([[2015]]): ||8, 938, 175
|-----
| fyri km²: || 467/km²
Linja 31:
|}
 
'''Staturin New Jersey''' ([[Enskt mál|enskt]]: ''State of New Jersey'') er ein av teimum 50 statunum í [[Sameindu Statirnir|Sameindu Statunum]] og er eitt sindur minni í stødd enn [[Danmark]], men har búgva umleið 9 mió. fólk. Víddin á landinum er nærum 22, 600  km² (Danmark er 42, 915  ferkilometrar til støddar). Fólkatættleikin á 467/km², er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstustørstur. Fólkatættleikin í Salem County er t.d. bara 195 fólk fyri hvønn ferkilometur. Í Hudson County, har fólkatættleikin er størstur, búgva 154 ferðir so nógv fólk á hvørjum ferkilometri sum í USA. [[Høvuðsstaður]]in kallast [[Trenton]] og størsti býurin er [[Newark]]. Í [[1787]] bleiv New Jersey lutstatur í [[USA]]. Í norðri hevur hann mark við [[New York]] og í vestri við [[Pennsylvania]]. Í eystri og suðri liggur [[Atlantshav]]ið. Eyknevni hansara er Urtagarðstaturin ([[Enskt (mál)|enskt]]: ''Garden State''). Teir størstu býirnir eru Newark, Jersey City, Paterson og Elizabeth. New Jersey verður eisini mett at vera tað mest [[Urbanisering|urbaniseraða]] landið í USA; 94,7 % búgva í býum og 5,3 % búgva á bygd.
 
Fólkið er sera fjølbroytt og nógvar ymiskar mentanir eru at finna. Í norðri eru tað í stóran mun fólk sum eru eftirkomarar av eftirkomarum av evropearum frá hjálandatíðini, fyrst og fremst frá [[Italia|italiumonnum]], men eisini frá tilflytarum eftir hjálandatíðina. Fólkið í býum er ættað úr mongum londum - har eru [[Afroamerikanarar|afroamerikanar]], [[Latínoamerikanarar|latínoamerikanar]] og [[ásia]]tar; 52 prosent% av fólkinum í býnum Newark eru t.d. svørt. Umleið 18 %<ref>http://www.niaf.org/culture/statistics/states-with-the-highest-population-of-italian-americans/</ref> av fókinum í New Jersey er ættað úr [[Italia]]. Høvuðsmálið er [[enskt]], men nógv fólk duga eisini væl [[italskt]] ella [[spanskt]].<ref>http://www.mla.org/map_data_results&SRVY_YEAR=2010&geo=state&state_id=34&mode=geographic</ref> Meginparturin av fólkinum er [[katolikkar]], og eini 30 % eru [[Protestantisma|protestantar]]. Nógvir [[jødar]] búgva í New Jersey; umleið 436,&#8239;000 (5,5 %) jødar búgva í New Jersey.<ref>http://www.adherents.com/largecom/com_judaism.html</ref>
 
== Myndasavn ==