Munurin millum rættingarnar hjá "Skriðdýr"

Content deleted Content added
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 9:
}}
[[Mynd:Greentreepython.jpg|thumb|right|250px|[[Grøna pytonslangur|Grøna pytonslangan]].]]
'''Skriðdýr''' (frøðiheiti: ''Reptilia'') hava roðslu og verpa egg. [[Slangur]], [[krokodillur]], [[skjaldbøkur]], [[eðlur]] og onnur skeldýr verða nevnd skriðdýr. Summi liva í vatni, onnur á landi. Flestu skriðdýr eru í hitalondum. Forfedrar skriðdýranna eru [[Dinosaurur|dinosaurarnir]], ið livdu á jørðini í 150 mió. ár, men doyðu brádliga út fyri 65 mió. árum síðan. Nú á døgum eru eini 8200 skriðdýrasløg, frá um 7 m. longu netpythonslanguni (''Python reticulatus'') í Ásia til ta lítlu dvørgagekkoina (Sphaerodactylus) í Amerika, ið bara er 33 mm. long. [[Súgdýr]] hava heitt blóð, men skriðdýr hava “kalt" blóð - sólarhitin veitir teimum orku at flyta seg úr stað. Skriðdýr fáa ikki sjálv skapað hita inni í kroppinum sum súgdýrini, men við ávísari atferð kunnu tey stilla kropshitan. Tey sóla sær t.d., so tey orna, og leita sær í skugga, gerst tað ov heitt. Um sólarris vendir t.d. [[Eðlur|eðlan]] liðina ímóti sólini, so hon ornar skjótari. Tá ið heitast er um dagin, heldur eðlan seg í skugga, so hon ikki gerst ov heit. Um sólsetur vendir eðlan høvdinum ímóti sólini, so hon heldur kropshitanum.
 
Fyrstu skriðdýrini vórðu til fyri meira enn 300 mió. árum síðan og loystu tá [[paddur]]nar av sum størstu landdýrini. Dinosaurar vórðu til fyri 200-220 mió. árum síðan. Størsta skriðdýrið í dag er oyrareingjar-krokodillan (''Crocodylus porosus'') í t.d. [[Ný Guinea]] og [[Avstralia]], men summar slangur verða longri. T.d. verður netpythonslangan í onkrum føri 10 m. long. Komodovaranurin (''Varanus komodoensis'') í [[Indonesia]] er størsta eðlan. Smæstu skriðdýrini eru smáar gekkoir, fullvaksnar bara fáar cm langar. Flestu skriðdýr verpa, og úr eggjunum klekjast ungarnir. Eðlu- og slanguegg hava gyrðið, leðurkent skal. Skjaldbøku- og krokodilluegg hava hart, sterkt skal sum fuglaegg. [[Sjófuglar]] og krabbi taka nógvar skjaldbøkuungar, meðan teir royna at koma sær oman at sjónum. Tungan á skriðdýrum dugnar teimum væl: slanga og eðla kanna uttan um seg við tunguni. Teir láta við tunguni at tevja. Harða húðin á skriðdýrum verjir tey fyri [[ránsdýr]]um og forðar fyri, at tey skorpna. Tá ið granskarar skulu greina sløgini, kanna teir ofta tað eyðkenda plátumynstrið. [[Kamelónir|Kamelión]] (''Chamaeleonidae'') og onnur skriðdýr hava serligar kyknur í húðini. Í kyknunum eru litkorn, ið kunnu ývna ella tódna, og tí skiftir kameliónið lit eftir umstøðunum.
 
== Flokking ==
Linja 18:
 
* '''[[Crocodilia]]''' (Krokodillur): Keimanur, gavialur, krokodilla og alligatorur teljast upp í crocodilia. Til eru 1 gavialslag, 2 alligatorsløg, 8 keimansløg og 13 krokodillusløg - tilsamans 24 sløg. Oyrareingjar-krokodillan (''Crocodylus porosus'') í [[Avstralia]] verður millum 8 og 10 metrar long og er nú heimsins størsta skriðdýr. 

* '''[[Sphenodontia]]''' (Brúeðlan): Brúeðlan tuataran er bara á nøkrum fáum oyggjum í [[Nýsæland]]i. Kropsbygnaðurin er lítið broyttur seinastu nógvu túsund árini - hon er sera átøk 140 mió. ára gomlum steinrenningum. Hon er nú friðað, tí hon er í vandi fyri at doyggja út. Brúeðlan verður einar 60 cm long. Hon etur ormar, smáeðlur, klukkur og [[sniglar]], men tekur eisini pisur og fuglaegg.
* '''[[Squamata]]''' (Ormaeðlur, eðlur og slangur): Til eru 180 sløg av [[Ormaeðlur|ormaeðlum]], 3000 sløg av [[Eðlur|eðlum]] og 3070 sløg av [[Slangur|slangum]] - tilsamans 7900 sløg. Ormaeðlan (''Amphisbaenia'') er blint skriðdýr og verður millum 10 og 60 cm long. Góða hoyrnin og frálíka tevið gera, at hon finnur ormar, [[Eðlur|smáeðlur]], [[skordýr]], [[gnagdýr]] og annað at eta. Hon livir í [[Afrika]], [[Suðuramerika]], [[Karibia]], [[Florida]], [[Iberianes|Iberia]] og [[Saudiarábia]]. Eðlur eru smidligar og hava hvassar kløur. Eðla er sera vanlig í hitalondum, og hon er virknast um dagin. Tær smúgva sær kvikliga inn í klettarivur ella undir steinar, verða tær órógvaðar. [[Slangur]] svimja skjótt, men á landi mugu tær skriða, tí útlimir hava tær ongar, kortini eru tær skjótar. Afrikanska eiturmamban (''Dendroaspis polylepis''), ið verður meira enn 2 m. long, er av skjótastu slangum og skríður einar 16 km/th. 

* '''[[Testudines]]''' (Skjaldbøkur): Uml. 300 sløg. [[Skjaldbøkur]] eru ymiskar til støddar; tann stóra leðurskjaldbøkan (''Dermochelys coriacea'') verður 2-3 metrar long og vigar upp ímóti 920 kilokg. Tann vanliga eysturamerikanska móruskjaldbøkan verður bara 8-12 cm. [[Súpanarskjaldbøka]]n (''Chelonia mydas'') og aðrar [[havskjaldbøkur]] kunnu svimja í 30 km um tíman. [[Landskjaldbøkur|Landskjaldbøka]] er lítið broytt seinastu 200 mió. árini. Summar landskjaldbøkur verða eldri enn 100 ár. Størsta slagið er stórskjaldbøkan á [[Galapagos]] (''Chelonoidis nigra''), hon kann viga meira enn 400 kilokg.
 
[[Bólkur:Skriðdjór]]