Munurin millum rættingarnar hjá "Danmark"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
Benadikt (kjak | íkøst)
Linja 34:
Meginparturin av fólkinum í Danmark býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Í flestum londum í [[Vesturheimur|Vesturheiminum]] ([[Europa]] og [[Norðuramerika]]) eru mong, ið hava eina rættiliga frílynta áskoðan á hjúnalag og húski. Henda hugsan er eisini galdandi í Danmark og í hinum [[Norðurlond]]um. Mong donsk børn vaksa nú á døgum upp hjá annaðhvørt ógiftum foreldrum, ið hava somu lógarrættindi sum gift foreldur, bara mammuni ella bara pápanum. Vanligt er eisini nú, at menninir eru uppi í øllum húsligum arbeiði, og alt fleiri og fleiri konufólk arbeiða úti. 1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 2,8 % av fólkinum er arbeiðsleys.
 
Útlendingar økja fólkatalið í Danmark; 86 prosent av fólkavøkstrinum frá 2009 til 2013 stavaði frá útlendingum <ref>http://jyllands-posten.dk/indland/ECE6718742/100000-flere-udlaendinge-pa-fem-ar/</ref>. 2009-2013 eru 100. 000 útlendingar komnir til Danmarkar; frá 2009 til 2013 vóru útlendingar 86 prosent av øllum fólkavøkstrinum í Danmark. Í 2013 minkandi talið av íbúgvum í Danmark við 789 fólkum, um hugt verður eftir borgarum við donskum uppruna. Men tá talið av innflytarum og eftirkomarum teirra samstundis veksur, var fólkavøksturin í fjør 24 607 fólk. Tað stendur í svari frá danska innanríkisráðnum til fólkatingsnevndina fyri útlendinga- og integratiónspolitikk. Sambært svarinum, standa útlendingar fyri 86 prosentum av øllum fólkavøkstrinum upp á 115 000 frá 2009-2013.
 
== Politikkur ==