Munurin millum rættingarnar hjá "Skapanarlæra"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:The_Earth_seen_from_Apollo_17.jpg|thumb|right|230px|[[Jørðin]].]]
'''Skapanarlæran''' er trúgvin uppá, at [[Guð]] skapti heimin uppá 6 vanlig samdøgur fyri 6 000 - 10 000 árum síðan. Írski biskupurin [[James Ussher]] ([[4. januar]] [[1581]] – [[21. mars]] [[1656]]) helt seg kunna dagfesta skapanina til [[23. oktober]] 4004 f.Kr.<ref>https://answersingenesis.org/bible-timeline/the-world-born-in-4004-bc/</ref><ref>http://www.theglobeandmail.com/globe-debate/the-man-who-dated-creation-at-oct-23-4004-bc/article4084451/</ref>
 
Fólk, ið trýr upp á skapanarlæruna, heldur, at alt í [[Bíblian|Bíbliuni]] við denti løgdum á [[Mósebók|mósebøkurnar]] er sannleiki og veruligar hendingar. Skapanarlæran, sum vit kenna hana í dag (ungjarðarskapanarlæra), er sprottin frá [[adventistunum]] í [[USA]] í [[1800-talinum]], og síðan hevur læran útbreitt seg og kom so út til aðrar [[evangeliskar]] [[Kirkja|kirkjur]] eftir [[1960]]. [[Kristindómur|Kristin]] skapanarlæra kom veruliga á politisku dagsskránna í [[USA]] í [[1970-árini|sjeytiárunum]], tá [[Konservatisma|konservativur]] [[kristindómur]] fekk vind í politisku seglini.