[[Mynd:World population density map.PNG|thumb|right|450px420px|Mesti og minsti fólkatættleiki; fólkatal fyri hvønn km<sup>2</sup>. Fólkatættleiki er alt íbúgvatalið býtt við víddini á landinum.]]
'''Fólkatættleiki''' er mát fyri, hvussu tætt fólk búgva til dømis í einum landi[[land]]i, í einari [[oyggj]] ella í einum [[Býur|býi]]. Hann er aloftast máldur í íbúgvatalinumíbúgvum á hvørjum km<sup>2</sup>. Vita vit víddina og íbúgvatalið, er lætt at rokna fólkatættleikan í einum øki (fólkatal/vídd í fólk/km<sup>2</sup>). Talið vit fáa, sigur okkum, hvussu nógv fólk búgva á hvørjum km<sup>2</sup>. Eisini er hetta ein háttur at vísa, hvussu stórt øki, hvørt fólk hevur í miðal at ráða yvir í einum ávísum øki. Hvar fólk búgva er sjálvsagt treytað av ávísum umstøðum, tilfeingi, veðurlagi, natúrligum [[Plantur|plantuvøkstri]], og eisini hvussu landslagið er. Fólkatættleikin í [[Føroyum]] er 34,5 fólk/km<sup>2</sup> í 2015.
Í USA verða enn nýttnýttar [[Ensk míl|enskar míl]], og 1 ensk fermíl er 2,59 ferkilometrar, svarandi til, at 1 ferkilometur er 0,386 fermíl.<br>
Fólkatalið í Føroyum er sostatt 34,5 fólk/km<sup>2</sup> ·  × 2,59 km<sup>2</sup>/mile<sup>2</sup> = 89,4 fólk/mile<sup>2</sup>.