Munurin millum rættingarnar hjá "Sjómíl"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[File: Nautic_mile_definition_v2.png|right|thumb|Ein fjórðingur er ein bogaminuttur norður og suður.]]
 
Ein '''sjómíl''', ein '''international nautisk míl''' ella ein '''fjórðingur''' er 1852 [[metur|metrar]]. Ein sjómíl er upprunaliga ásett sum ein miðal breiddarminuttur (bogaminuttur norður og suður), tvs. 1/60 av einum stigi av einum stórsirkli gjøgnum pólarnar.
Tá [[meturskipanin]] varð gjørd, var ætlanin, at stórsirkulin gjøgnum pólarnar og gjøgnum [[París]] skuldi vera eksakt 40<small>&nbsp;</small>000<small>&nbsp;</small>000 metrar. Út frá hesum skuldi ein sjómíl verið &nbsp;{{sfrac|40 <small>&nbsp;</small>000 <small>&nbsp;</small>000 m|60<small>&nbsp;</small>×<small>&nbsp;</small>360}}&nbsp;= 1851,85&nbsp;m. Í dag verður stórsirkulin settur til 40<small>&nbsp;</small>007,86&nbsp;kilometrar<ref>[http://home.online.no/~sigurdhu/Gradnett_10min.htm WGS 84]</ref>, og eftir tí skuldi ein sjómíl verið 1852,22&nbsp;metrar.
 
Óvissan á mátingini av stórsirklinum gjørdi, at fyrr kundi ein sjómíl vera eitt lítið sindur ymisk, í Danmark var hon 1851,11&nbsp;m fram til tíðliga í [[20. øld]].<br>
 
Men í [[1929]] varð avgjørt á millumtjóða fundi, at ein sjómíl skuldi vera eksakt 1852&nbsp;m. Londini, sum longu brúktu meturskipanina, tóku beinan vegin undir við hesum millumtjóða standardi, [[USA]] tók undir við honum í [[1954]] og [[Ongland]] í [[1970]].
 
Jørðin er ikki heilt kúluskapað, hon er eitt sindur ellipsoidskapað. So ein breiddarminuttur er millum 1842,9 og 1861,6 metrar.<ref>[http://home.online.no/~sigurdhu/Gradnett_10min.htm WGS 84]</ref>
 
Ein sjómíl er 24,6 % ella rættuliga nær við fjórðingin av eini gamlari danskari [[míl]]. Hon fekk tí eisini navnið '''fjórðingsmíl''', sum er blivið til ''fjórðingur''.
 
Stórsirkulin um [[Miðkringur|ekvator]] er 40<small>&nbsp;</small>075<small>&nbsp;</small>017&nbsp;metrar<ref>[http://home.online.no/~sigurdhu/Gradnett_10min.htm WGS 84]</ref>, og ein bogaminuttur eystur og vesturlongdarminuttur við ekvator er tí 1855,32&nbsp;metrar. Eisini tann stórsirkulin hevur verið brúktur til at definera ymiskar geografiskar míl, sum ikki longur verða brúktar.
 
==Referansur==