Munurin millum rættingarnar hjá "Gudloysi"

Content deleted Content added
Dexbot (kjak | íkøst)
s Removing Link FA template (handled by wikidata) - The interwiki article is not featured
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
 
'''Gudloysi''' ella '''ateisma''' merkir ''uttan gud''. [[Orð]]ið "ateisma" stavar úr [[Grikskt mál|griskumgrikskum]] (a-theos) og merkir bókstaviliga "uttan gud" og [[Føroyskt mál|føroyska]] týðingin "gudloysi" merkir tað sama. Fólk, sum eru gudloysingar, trúgva ikki upp á nakran gud ella gudar. Munur er á gudloysi og skeptisismu ella at vera tortrúgvin. Nógvir gudloysingar eru eisini skeptikarar, men ikki allir, og tað er gjørligt at ikki trúgva upp á ein gud el. gudar, meðan ein samstundis trýr uppá gand og ymiskt annað. Tað einasta, sum allir gudloysingar hava til felags, er, at teir ikki trúgva upp á nakran gud. Hetta ger tað trupult at samla allar gudloysingar í sama bás. Ósemja finst millum gudloysingar um, hvat besta heitið er at ganga undir, júst hvat teir so trúgva og hvørt gudloysi er eitt ov avgjørt heiti. Í Føroyum er ein felagsskapur til fyri gudloysingar, sum eitur "Gudloysi"<ref>[http://gudloysi.fo Heimasíðan hjá Gudloysi]</ref>. Hetta felag varvarð stovnað í august 2008 og hevur síðani ment seg til ein lívligan luttakara í samfelagsligum kjaki, tá talan er um ta ávirkan, sum [[átrúnaður]] hevur á føroyska gerandisdagin.
 
Í 13 londum fáa gudloysingar [[deyðarevsing]], um teir verða avdúkaðir. Hetta kemur fram í einari kanning, sum altjóða felagsskapurin [[IHEU]] (International Humanist and Ethical Union) hevur gjørt í sambandi við altjóða mannarættindadagin í 2013. Kanningin vísir, at umframt hesi 13 londini ([[Afganistan]], [[Iran]], [[Maleisia]], [[Maldivoyggjar]], [[Móritania]], [[Nigeria]], [[Pakistan]], [[Katar]], [[Saudiarábia]], [[Somalia]], [[Sudan]], [[Jemen]] og [[Sameindu Emirríkini|U.A.E.]]) sum øll eru [[Islam|muslimsk]], eru eisini lond í [[Vesturheimurin|Vesturheiminum]], ið fremja mismun móti teimum, sum ikki trúgva upp á nakran gud ella gudar. Løgfrøðingar og serfrøðingar í [[Mannarættindi|mannarættindum]] hava í sambandi við kanningina hugt eftir lógarverkum, rættarfrásagnum og søgum í fjølmiðlum <ref>http://www.reuters.com/article/2013/12/10/us-religion-atheists-idUSBRE9B900G20131210</ref>.