Munurin millum rættingarnar hjá "Samandráttur av Føroyingasøgu"

Content deleted Content added
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 74:
Ólavur kongur sendir boð eftir hirðmonnum sínum, og teir halda kong vilja fregnast um tað mundi passað, at tey bæði skipini, sum vóru horvin, høvdu siglt skeivt. Tórálvur fer í 1026.
 
Ímeðan skeldar Tróndur Sjúrð, Tórða og Geyta fyri , at teir bara liggja og letast á bríkini í staðin fyri at fara at selja ull. Hinir leypa so upp, og teir og Tórálvur fara út í senn og koma at landi í Hernu tá ið skýmt var. Um náttina fara Tórálvur og ein annar ein náttartúr, Tórálvur verður myrdur og hin oman stoyttur, men doyr ikki. Ólavur hoyrir hetta og stevnir á ting. Ólavur heldur sjálvur, at Sjúrður Tollakson og Tórður Lági hava dripið Tórálv og roynt at dripið hin, tí teir vistu at siga, um at Sjúrður og Tórður høvdu dripið sendimenninar, sum ongantíð komu fram. Sjúrður Tollakson sigur hetta vera ónt slatur og at Tórálvur var fosturbróðir sín og góði vinur, og um hann hevði viljað dripið Tórálv mundi hann heldur gjørt tað heima í Føroyum, og hann bjóðar sær til jarnburð. Fólk halda hann tala satt, kongur illtrúgvin, men avger, at Sjúrður skal bera jarn í Lygru morgunin eftir, og biskuppurbiskupur skuldi vera hjá Tingið verður slitið, kongur fer til Lygru, Sjúrður og hinir fara til skip sítt, og Sjúrður heldur kong hava dripið Tórálv og vilja hava teir dømdar fyri tað, og heldur vera best at rýma, og teir so gera. Tróndur er illur við teir, og teir við hann. Í Noregi halda fólk teir vóru sekir, ikki minst kongur. Um várið fer hann úr Niðarósi at ferðast um landið, suður á Møri, á Summøri, lá í Heroyum, helt hústing og hoyrdi mangt og margt. Á einum hústingi klagar hann um skattin, sum føroyingar ikki vildu lata sær, og vil hava menn at fara fyri seg, allir bóru seg undan uttan Karl Mørski, tó hann var óvinur kongs, fyri at fáa tokka aftur frá kongi, tí hann hevði verið versti víkingur og kongur hevði ofta roynt at fingið hann dripnan. Kongur fyrigav honum afturfyri, búði hann út og sendi Leivi Øssurson og Gilla løgmanni boð um at taka væl ímóti Karli og sendi teimum jartegnir sínar, sum eru prógv at sannføra vitnisburð. So verður ting um summarið 1027, og eru har bæði Tróndur og Leivur og Gilli, við stórum mannfjøldum. Leivur og Gilli og Karl finna saman og eru vinmenn, Karl ber fram boð frá Ólavi, og hinir lova at hjálpa honum. Tróndur letst virða kong og býður Karli at gista hjá sær um veturin. Karl sigur seg heldur vilja gista hjá Leivi, Tóndur býður sær til okkurt annað, Karl biður hann so krevja skatt av Eysturoy og Norðoyum, Tróndur játtar fegin.
 
Leivur kravdi skatt av Streymoy og suðureftir. Um várið 1028 gjørdist Tróndur sjúkur í brósti og eygum, men fór tó á ting og læt tjalda búðina innan. Karl og Leivur koma inn eftir skattinum, Leivur við monnum fremst, Karl við monnum næst. Teir fáa silvurið, men tað er ikki gott, Tróndur sigur, at bøndurnir hava mutrað menn sínar, tí hann hevur verið sjúkur alt vár, handar Leivi ein annan pung, sum Tróndur hevur fingið í landskuld, men tað var heldur ikki gott. Geyti Reyði ilskast inn á Trónd, at hann finnur seg í slíkum, Tróndur ilskast aftur, gevur tó Levi ein triðja pung. Nú reisist Tórður Lági og ilskast inn á Karl. Leivur og Karl halda hetta vera gott silvur og viga tað í hjálminum hjá Karli uttanfyri á grasinum. So koma nakrir menn og biðja Leiv Øssurson fara í búðina hjá Gilla løgmanni, tí at Sjúrður Tollakson hevði dripið ein mann. Leivur fer við monnum. Geyti Reyði leypir gjøgnum eystmenn Karls og høggur Karl í høvdið, Tórður Lági trýstir øksina heilt inn í skallan á honum, so hann doyr. Menn úr búðini hjá Trónda bera Karl haðani. Tróndur býður fæ afturfyri, at Karl var dripin. Leivur og Gilli tóku ikki við, Sjúrður, Geyti og Tórði vórðu gjørdir útlagnir. Eystmenninir fóru til Noregs at siga Ólavi kongi frá um hetta, men kríggj varð í Noregi, so ikki varð hevnt. Tróndur gav teimum trimum skip og fæ, men teir vildu hava meir og søgdu at Tróndur hevði drigið faðirarv teirra inn undir seg, og teir fóru at skeldast. Teir stevna til Íslands, men sjólátast, og um heystið finnast rekar í Eysturoy, og um veturin ganga nógvir teirra aftur í Gøtu og aðrastaðni í Eysturoy og gera skaða, Tróndur torir ongastaðni at fara einsamallur veturin 1028.