Munurin millum rættingarnar hjá "ES-Parlamentið"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|250px|Í ES-parlamentinum eru 751 limir. '''ES-Parlamentið''' ella '''Evropa-tingið''' er einasti stovnur í ..."
 
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:European_Parliament,_Plenar_hall.jpg|thumb|right|250px|Í ES-parlamentinum eru 751 limir.]]
'''ES-Parlamentið''' ella '''Evropa-tingið''' er einasti stovnur í [[ES]], sum hevur beinleiðis mandat frá borgarunum. Teir 751 limirnir eru býttir sundur í sjey bólkar ella “flokkar”. Parlamentið umboðar fólkið í ES. Parlamentið skal umrøða, góðkenna og evt. broyta uppskotini frá [[ES-Kommissiónin|Kommissiónini]]: uppskotini frá Kommissiónini fara fyrst til Parlamentið, har tey antin verða vrakað, góðtikin ella broytt. Eins og í [[Løgting]]inum verða uppskot beind í ymiskar nevndir. Verða uppskotini ikki vrakað, fara tey síðani víðari til [[ES-Ráðið]], sum eisini skal góðkenna tey. Harumframt velur Parlamentið kommissiónsformannin og skal góðkenna alla Kommissiónina. Parlamentið hevur sostatt beinleiðis ávirkan – og tey smáu londini eru greitt yvirumboðað. Øll limalond fáa í minsta lagi seks limir, og jú fleiri fólk búgva í einum landi, jú færri limir fær landið fyri hvønn íbúgva. Høvdu [[Føroyar]] verið sjálvstøðugur ES-limur, høvdu vit í 2014 havt krav um seks limirtinglimir.
 
[[Bólkur:ES]]