Munurin millum rættingarnar hjá "Føringafelagið"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|160px|[[Rasmus Effersøe var ein av teimum, ið tóku stig til tann gitna Jólafundin í 1888. Hann gjørdi..."
 
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Rasmus_effersoe.jpg|thumb|right|160px|[[Rasmus Effersøe]] var ein av teimum, ið tóku stig til tann gitna [[Jólafundurin 1888|Jólafundin í 1888]]. Hann gjørdist fyrsti blaðstjóri á málgagni felagsins [[Føringatíðindi]].]]
'''Føroyingafelagið''' (á donskum ''Færingeforeningen'') varvarð stovnað í 1881 við tí endamáli at virka til framburð fyri [[Føroyskt mál|føroyskum máli]] og [[Føroysk mentan|føroyskari mentan]]. Upprunaliga var ætlanin, at felagið skuldi nevnast '''Føroya Málfelag''' (á donskum ''Færøernes Sprogforening''), men semja var millum fyrireikararnar um at nevna felagið '''Føringafelagið'''. Føroyingafelag fekk stóran týdning fyri [[Føroyska tjóðskaparrørslan|tjóðskaparrørsluna]], mál og mentan, bæði fyri føroyingar í [[Keypmannahavn]] og [[Føroyum]]. Føroyingfelag í Keypmannahavn fekk eitt systurfelag í Føroyum seinast í [[1880-árini|1880-árunum]]. Í lýsing í [[Dimmalætting]] 22. desember 1888 verður ein og hvør boðin til fundar í [[Løgting|løgtingshúsinum]] annan jóladag kl. 3, har ætlanin er, at samráðast um at verja Føroya mál og Føroya siðir. Hesin fundur var byrjaninfyrsta stigið til eitt týdningarmikið tíðarskeið í ands- og mentanarlívi føroyinga. Á [[Jólafundurin 1888|Jólafundinum í 1888]], sum var hildin í einum fullsettum tinghúsi, varð staðfest, at arbeiðast skuldi fyri at “verja Førja mál og Førja siðir”. Føroyingafelagið skuldi sambært stovnarunum hava til endamáls: 1) At fáa Føroya mál til æru og 2) At fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir. Í 1890 byrjaði blaðið [[Føringatíðindi]] at koma út. Blaðið varð skrivað á [[Føroyskt mál|føroyskum]], og tað hevði somu stevnumið sum Føringafelagið. Høvuðsdenturin í Føringatíðindi var føroyskt mál og føroysk mentan, upplýsandi greinar um mangt og hvat, yrkingar, hugleiðingar og heimatíðindi.
 
Endin var, at rørslan skrædnaði og fór í tvíningar í 1906. Burtur úr kom ein afturhaldandi og [[afturhaldssinnaður]] partur, [[Sambandsflokkurin]] í 1906, sum ikki vildi at nýggja mentanarliga støðið skuldi fáa nakrar politiskar avleiðingar í [[Føroyum]], og ein broytingarsinnaður partur, [[Sjálvstýrisflokkurin]] í 1909, sum hevði ta fatan, at tann styrkta mentanarliga tilvitskan átti at fáa ta avleiðing, at føroyingar í størri mun enn áður royndu at gerast sjálvbjargnir, politiskt eins og búskaparliga. Í stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins úr 1909 kom hetta at merkja, at flokkurin í anda Føroya Framburðsfelags fór at arbeiða fyri “at sakffe Lagtinget så stor inflydelse og så meget selvstyre, som man kan opnå i god forståelse med rigsdag og regjering”. Meðan Sjálvstýrisflokkurin ásannaði, at allur framburður í Føroyum hevði sum treyt, at [[Løgting]]inum varð givið størri heimildir og peningajáttarnir, so helt Sambandsflokkurin uppá, at framburður í Føroyum varð treytaður av, at Løgtingið vísti sparsemi í sínum arbeiði.