Munurin millum rættingarnar hjá "Kyrrahavið"

Content deleted Content added
Dexbot (kjak | íkøst)
s Removing Link FA template (handled by wikidata) - The interwiki article is not featured
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Pacific_Ocean.png|thumb|right|250px|Kyrrahavið.]]
Størsta og djúpasta hav í heiminum, '''Kyrrahavið''', er triðingurin av [[Jørðin|jarðarýtuni]] (179,7 mió. km²) og er úr [[Asia]] og [[Avstralia]] til [[Amerika]] og [[Antarktis|Suðurkoll]]. Tað er 46 % av øllum heimsins høvum. Har eru umleið 25. 000 oyggjar, gosoyggjar og koralloyggjar spjaddar um hesa ovurstóru vídd, t.d. [[Samoa]], [[Tonga]], [[Cook-oyggjar]], [[Nýsæland]], [[Hawaii]], [[Páskaoyggin]], [[Tahiti]] og [[Chatham]]. Í stórum parti í Kyrrahavi er veðurlagið lýtt og slavið, tí er fruktagottog nógvur vøkstur á flestu oyggjum.
 
Upprunafólkið, sum av fyrstantíð kom úr [[Landsynningsásia]], verður býtt í tríggjar meginbólkar: [[Polynesar]], [[melanesar]] og [[mikronesar]]. Í [[16. øld]] komu [[Evropa|evropearar]], og fyrst í [[19. øld]] vórðu flestu oyggjarnar [[hjáland]] hjá stórum londum handan hav. Nú á døgum eru nakrar oyggjar sjálvstøðugar, men nógvar standa undir øðrum londum (til dømis [[Bretland]], [[USA]], [[Frakland]]). Nøkur fólk í hesum mongu oyggjum búgva í býum, men tey flestu lívbjarga sær av landbúnaði, til dømis at velta jamsrót og søtepli og útróðri.