Munurin millum rættingarnar hjá "Hillary Clinton"

Content deleted Content added
infoboks
dagføring
Linja 49:
}}
 
'''Hillary Diane Rodham Clinton''' (f. [[26. oktober]] [[1947]] í [[Chicago]], [[Illinois]]) er ein amerikanskur politikari, fyrrverandi uttanríkisráðharri í [[USA]]. Clinton er fødd í [[1947]]. Hon las jura á [[Yale Law School]] í [[Connecticut]], og her hitti hon tann unga [[Bill Clinton]], sum gjørdist maður hennara. Tá hon var liðug við lesnaðin, fekk hon starv í [[USA|amerikanska]] parlamentinum. Hon arbeiddi hart og fekk við tíðini nógv álitsstørv, og serliga nógva orku legði hon í at betra umstøðurnar hjá børnum og familjum. Hesi árini stríddi [[Bill Clinton]] seg fram til [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetaembætið]], og Hillary Clinton legði eisini stóra orku í at hjálpa honum fram. Í [[1993]] eydnaðist tað [[Bill Clinton]] at blíva [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]]. Hillary bleiv sostatt fyrstadama í [[USA]] inntil [[2001]], tá [[Bill Clinton]] fór frá sum [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]].
 
Clinton var á mangan hátt ein ótraditionel fyrstadama. Hon er tann fyrsta [[USA|amerikanska]] fyrstadaman við hægri útbúgving, og hon uppgav ongantíð sína egnu karrieru. Hon bleiv vald í [[Senatið í USA|senatið]] í [[2000]] og aftur í [[2004]]. Longu í [[oktober]] [[2002]] nevndi [[The New York Times]] Hillary Clinton sum ein potentiellan kandidat til [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetaembætið]] eftir [[George W. Bush]]. Síðan tá hevur [[USA|amerikanska]] magasinið [[Forbes]] mett hana sum eitt av máttmiklastu fólkum í heiminum. Í [[januar]] [[2007]] kunngjørdi hon, at hon ætlarætlaði sær at stilla upp til [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetavalið]] næstuí ferð ([[2008]]). Tað eydnaðist henni tó ikki at gerast valevni hjá Demokratunum, tað gjørdist Barack Obama, ið vann fleiri av teimum innleiðandi valunum í amerikansku statunum enna Hillary Clinton gjørdi.
Hin 12. apríl 2015 kunngjørdi hon, at hon var valevni til amerikanska forsetavalið 2016.
 
{{commonscat|Hillary Rodham Clinton}}
Line 58 ⟶ 59:
 
[[Bólkur:Amerikanskir politikarar]]
[[Bólkur:Uttanríkisráðharrar]]
[[Bólkur:Føðingar í 1947]]