Munurin millum rættingarnar hjá "Landbúnaður"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:KerbauJawa.jpg|thumb|right|250px|Myndin er tikin í [[Indonesia]].]]
'''Landbúnaður''' er at velta grøði til [[Matur|matna]] ella fóður og at hava [[alidjór]]. Haðan færstfæst t.d. egg, ull, [[kjøt]] og mjólk. Landbúnaður hevur alstóran týdning fyri heimsins fólk. Tey fleiri enn 6,9 mia. fólkini skulu hava mat, og landbúnaðurin gevur nógvum fólki arbeiði. Nútímans landbúnaður krevur nútímans amboð og maskinur at bera seg fíggjarliga. Har skal verða pløgt, harvað, sátt, og seinni sprænt fyri [[skordjór]]um og [[Soppar|soppum]], og at enda skal verða heystað, alt verður gjørt við maskinum.
 
Fyrr vóru [[ross]] nýtt at draga amboð, og á gørðunum vóru húskallar og arbeiðskonur. Nú koyrir bóndin sjálvur traktorin. Um heystið verður akurin skorin við stórum maskinum, tær treskja beinanvegin. Nú á døgum er umráðandi at vinna so nógv sum til ber av landinum. Neyt standa inni alt árið, hønur eru í alt ov smáum búrum, og kálvar fáa bara okkurt serligt at eta, og [[kjøt]]ið skal hava ávísan lit. Nógv eru ónøgd við ta viðferð, [[djór]]ini fáa, og sumstaðni er landbúnaðurin komin í ringt orð. Men vanligast er, at djórini verða væl viðfarin.
Linja 9:
 
== Landbúnaður í Føroyum ==
[[Mynd:Faroe_stamp_036_ram.jpg|thumb|right|250px|Í [[Føroyum]] eru 70. 000 [[Seyður|seyðir]].]]
Landbúnaðurin hevur hesi seinnu árini aftur fingið størri týdning. Nógv er velt upp úr nýggjum, og fleiri tíðarhóskandi fjós eru bygd. Í [[Føroyum]] eru umleið 70 000 áseyðir og 1200 neyt. Undan hesum 1200 neytunum fæst øll mjólkin, ið neyðug er. 400 festibøndur sita við uml. helvtini av jørðini, og umleið 5000 óðalsmenn eiga hina helvtina. Stórur partur av innangarðsjørðini er traðarbrúk.
 
[[Seyður|Seyðahaldið]] er uttan iva tann greinin innan landbúnaðin í [[Føroyum]], sum hevur stórstastørsta áhugan hjá føroyingum. Í Føroyum broyttist landbúnaðurin lítið fram at [[20. øld]]. Bøndurnir vildu treyðugt taka við nýggjum og hildu seg til gamlar og mannkrevjandi arbeiðshættir. Vend kom í, tá ið ungu menninir seinast í [[19. øld]] fóru til skips heldur enn at vera húskallar. Ráðgevi varð settur í [[1885]], og í [[1892]] varð skipað fyri royndarbrúki í [[Kirkjubø]]. Í [[1908]] verður Meiaríið í [[Tórshavn|Havn]] bygt. Í [[1919]] kom [[Djóralæknar|dýralækni]] og í [[1921]] kom royndarstøð.
 
{{commons|Agriculture}}