Munurin millum rættingarnar hjá "Barnarættindasáttmálin hjá ST"

Content deleted Content added
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 112:
Um ein nevndarlimur doyr, sigur frá sær starv sítt ella boðar frá, at hann ella hon av aðrari orsøk ikki longur kann røkja skyldur sínar í nevndini, velur tað sáttmálalandið, sum innstillaði viðkomandi, tó treytað av nevndarinnar góðkenning, ein annan serfrøðing millum ríkisborgarar sínar at virka fyri ta tíð, ið er eftir av nevndarskeiðinum. Nevndin ásetur sjálv sína fundarskipan. Nevndin velur fólk at røkja síni álitisstørv í eitt tíðarskeið, ið er tvey ár. Fundir nevndarinnar verða vanliga hildnir á ST-høvuðsborgini ella á øðrum stað, sum nevndin ger av. Nevndin hittist vanliga eina ferð um árð. Longdin av nevndarfundunum verður ásett, og verður, um neyðugt, eftirkannað á einum fundi millum tey lond, ið luttaka í sáttmálanum, tó treytað av góðkenning frá ST-aðalfundinum. ST-aðalskrivarin letur í neyðugan mun starvsfólk og aðrar hentleikar vera til taks fyri nevndina, soleiðis at hendan á fullgóðan hátt kann útinna sítt starv eftir hesum sáttmála. Við góðkenning frá Aðalfundinum fáa limirnir í nevndini, ið er stovnað eftir hesum sáttmála, samsýning av tí fæi, ið Sameindu Tjóðir hava, eftir teimum umstøðum og treytum, sum Aðalfundurin avger.
 
* Grein 44: Sáttmálalondini binda seg til, gjøgnum ST-aðalskrivaran, at geva nevndini frágreiðingar um tey tiltøk, sum eru sett í verk fyri at fremja tey rættindi, ið eru viðurkend í Sáttmálanum, og um tey framstig, ið eru gjørd fyri njótingina av hesum rættindum: innan fyri tvey ár, eftir at sáttmálin er settur í gildi í viðkomandi sáttmálalandi, og síðani fimta hvørt ár. Frágreiðingar eftir hesi grein skulu nágreina viðurskifti og møguligar trupulleikar, ið hava týdning fyri fremjanina av skyldunum eftir hesum sáttmála. Frágreiðingarnar skulu eisini hava nóg mikið av upplýsingum, soleiðis at nevndin kann fáa eina neyva fatan av útinnanini av sáttmálanum í viðkomandi landi. Eitt sáttmálaland, sum hevur latið nevndini eina umfatandi frágreiðing fyrstu ferð, hevur ikki fyri neyðini at endurtaka grundleggjandi upplýsingar, sum áður eru lætnarlatnar, í seinni frágreiðingum eftir stk. 1(b). Nevndin kann heita á londini um at fáa neyvari upplýsingar um útinnanina av sáttmálanum. Nevndin skal annaðhvørt ár, gjøgnum Fíggjarliga og sosiala ráðið, lata ST-aðalfundinum frágreiðing um virksemi sítt. Sáttmálalondini skulu lata frágreiðingar sínar vera tøkar hjá almenninginum í egnum landi.
 
* Grein 45: Til tess at fremja eina munadygga útinnan av sáttmálanum og altjóða samstarvinum á tí øki, ið er fevnt av sáttmálanum, skulu serfelagsskapirnir, UNICEF og aðrir ST-stovnar hava møguleika fyri at vera umboðað, meðan tey útinnandi stigini, sum, eftir sáttmálanum, eru partar av teirra heimildarøki, verða eftirkannað. Nevndin kann heita á serfelagsskapirnar, UNICEF og aðrar málførar myndugleikar og stovnar, ið nevndin metir vera egnað, at veita sakkøna ráðgeving um útinnanina av sáttmálanum á økjum, ið eru partur av avvarðandi heimildarøkjum teirra. Nevndin kann heita á serfelagsskapirnar, UNICEF og aðrar ST-stovnar at lata frágreiðing um útinnanina av sáttmálanum á økjum innan fyri karmarnar av teirra virkisøki.