Munurin millum rættingarnar hjá "Kentucky"

Content deleted Content added
s →‎Sí eisini: skifti fyrimynd USA út við Fyrimynd Sambandsríki Amerika, ið hevur júst sama innihald. Fyrimynd USA skal nýtast til infoboksir at vísa amerikanska flaggið
Aarp65 (kjak | íkøst)
s template use
Linja 39:
=== Indiánarnir ===
 
Í Kentucky fóru fólk at velta jørðina og dyrka ymiskar plantur, sum vuksu har. Hesin nýggi vinnuvegurin, at fólk dyrkaðu [[Matur|matin]] og ikki bara veiddu og savnaðu hann, hevði stóra framgongd við sær fyri adenafólkið í Norðurkentucky. Adenafólkið búði fram við [[Ohioá]], tey veiddu savnaðu plantur og dyrkaðu til dømis mais, bønir, sólblómur og grasker <ref>{{cite web |url=http://www.answers.com/topic/adena-culture |title=Search results for the topic "Adena-culture" at answers.com |website=[[answers.com]] |publisher=Apax Partners |access-date=June 1, 2015}}</ref>, og tey búðu saman í smáum bygdum.
 
Adenafólkið var fyrsta fólk í [[USA]], sum reisti stórar gravheyggjar, har teir persónar, ið høvdu havt at siga í samfelagum, vóru gravsettir <ref>{{cite web |url=http://www.cabrillo.edu/~crsmith/adena.html |title=An Introduction to North America's Native People – Adena |date=March 9, 2000 |website=cabrillo.edu |publisher=Cabrillo College |access-date=June 1, 2015}}</ref>. Inni í gravheyggjunum vóru smá vanlig kømur við leirklíndum veggjum og stór kømur, bróstað, har líkini lógu. Við sær í grøvina fingu tey deyðu m.a. kopararmbond, úthøgdar steintalvur og útskornar tubbakspípur, sum høvdu verið nýttar um roykihøgtíðir. Adenahúsini vóru úr 4 m upp í 10 m í tvørmáti. Veggirnir vóru av stólpum, sum vórðu bundnir saman við greinum. Reisingin var strýtuskapað og takt við børki. Eldstaðurin var á miðjum gólvi.
 
<gallery>