Munurin millum rættingarnar hjá "Fróðskaparsetur Føroya"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 2:
'''Fróðskaparsetur Føroya''' er universitetið í [[Føroyar|Føroyum]] og varð sett á stovn tann [[20. mai]] [[1965]]. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg, er at "inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg".
 
Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. LandsstýriskvinnanLandsstýrismaðurin velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið tó 1 ár.
 
Á skúlanum ganga um samanlagt um 142 næmingar.
Linja 10:
Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í [[1965]] við tí [[Latín (mál)|latínska]] heitinum ''Academia Færoensis''. Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í [[1952]], sum tóku stig til at fáa ein lærdan háskúla í [[Føroyar|Føroyum]]. Føroya Fróðskaparfelag arbeiddi miðvíst fyri einum vísindaligum umhvørvi. Av virksemi felagsins kunnu nevnast útgávan av Fróðskaparriti og eitt sera umfatandi arbeiði at savna føroyskt orðatilfar.
 
Við einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum sum grundarlagi, samtykti [[Føroya løgting]] í [[1965]] at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya, við tí endamáli at inna "vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði". Føroyingar fingu tá ein hægri lærdómsstovn.
 
Fróðskaparsetrið byrjaði virksemið við einum professara, [[Christian Matras|Christiani Matras]], og einum skrivara, [[Maud Heinesen]]. Virksemi tey fyrstu árini fevndi um ársskeið í náttúrusøgu og í [[Føroyskt mál|føroyskum]] fyri lærarar. Hetta vóru skeið, sum Fróðskaparfelagið hevði tikið stig til, og sum Fróðskaparsetrið helt áframfram við. Ársskeiðini fyri lærarar vórðu hildin toluliga regluliga á setrinum til tað seinast í [[1980-árini|1980'unum]] varð avgjørt, at eftirútbúgving av lærarum skuldi skipast á Landsskúlafyrisitingini.
 
Umframt ársskeiðini skipaði setrið fyri almennum fyrilestrum um ymisk evni og kvøldskeiðum í [[Føroyskt mál|føroyskum]]. Tey fyrstu árini stílaði setrið fyri eini innsavningarnevnd, ið varð sett í [[1967]], og hevði til uppgávu at bjarga føroyskari fólkamentan. Sum framhald av hesi nevnd varð tjóðlívsnevndin sett í [[1970]] til at savna tilfar um føroyskt fólkalív og føroysk fólkaminni. Hetta tilfar er í dag á goymslu á Føroyamálsdeildini. Harumframt varð sett ein nevnd í [[1972]] at skipa fyri innsavning av [[Føroyskt mál|føroyskum]] sálmasangi og andaligum vísusongi.