Munurin millum rættingarnar hjá "Veðurfrøði"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 4:
== Veðurmátingar ==
 
Veðurstøðir í øllum londum samstarva sínaámillum um veðurkanningar og um mátingar úr [[Fylgisveinur|fylgisveinum]] og ymiskum mátistøðum. Serútbúnar teldur spáa um veðrið og tekna veðurkort við veðurforsøgn fimm dagar fram. Forsøgn og veðurkort veða latin [[Flogfar|flogførum]], skipum, dagbløðum, [[sjónvarp]]s- og [[útvarp]]sstøðum. Veðurkort sigur, hvussu veðrið verður á víðum øki. Veðurkortið sýnir lufttrýst, hita- og kuldabrýr. Javntrýstlinjur ganga gjøgnum støð við sama lufttrýsti. Er stutt ímillum linjurnar, bendir alt á, at nógvur vindur er har á leið. Millumtjóða mátieindin fyri lufttrýst er [[hekto]][[pascal]], sum hevur súmbolið hPa. Miðal lufttrýstið á jørðini er 1013 hPa. Gamla mátieindin [[milli]][[bar (eind)|bar]] er tann sama sum hektopascal.
 
* Heliometur (sólarmátari): Sólarmátarin vísir sera snildisliga, nær sólin hevur skinið. Hann hevur stóra glaskúlu, ið er sum sterkt brenniglas og miðsavnar sólargeislarnar. Sólargeislarnir brenna merki á mátipapp. Brennimerki á timabýttum pappí vísir, nær [[sólin]] hevur skinið.