Content deleted Content added
kunning um infoboks til greinir um tónleikarar
Linja 56:
 
== Infobox musical artist ==
Hey Skótin. Eg havi sett eina infoboks inn á síðuna [[Marta Jandová]], sum tú hevur upprættað. Tað riggar nú endiliga langt um leingi at gera eina infoboks, ið er eins og tann enska, soleiðis at vit kunnu nýta copy-paste og síðan bert rættað nøkur fá orð. Hetta má gerast við wikikotum, men eftir at tað er avrita og innsett í greinina, so kann ein sjálvandi nýta VisualEditor eftir tað fyri at rætta ensk orð t.d. Tú finnur sjálva síðuna við infoboksini her: [[Fyrimynd:Infobox musical artist]] men neyðugt er sum so ikki at avrita av síðuni, um ein skrivar um ein persón ið longu er upprættaður á ensku Wikipediu, men um vit t.d. skulu upprætta eina grein um ein føroyskan tónleikara, ið ikki hevur nakra síðu á ensku wp, so kunnu vit sjálvandi avrita frá infoboks síðuni, ella bara nýta VisualEditor, eg havi ikki roynt infoboksina við VisualEditor, tú kanst kanska siga mær, hvussu tað riggar, tá ið tú hevur roynt tað? Vinarlig heilsan --[[Brúkari:EileenSanda|EileenSanda]] ([[Brúkarakjak:EileenSanda|kjak]]) 22. mai 2015 kl. 06:39 (UTC)