Munurin millum rættingarnar hjá "Los Angeles"

Content deleted Content added
Dexbot (kjak | íkøst)
s Removing Link FA template (handled by wikidata)
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 23:
|}
 
'''Los Angeles''' ella '''L.A.''' er næststørsti býur í [[USA]] og størsti býur í [[Kalifornia]]. Los Angeles eitur í veruleikanum ''El Pueblo de Nuestra Señora la Reina de los Ángeles de Porciúncula'' (á [[Føroyskt mál|føroyskum]] "Bygdin hjá okkara frúgv, Porciúncula einglanna drotning"), og býurin verður eisini róptur ''City of Angels'' ([[Føroyskt mál|føroyskt]] "einglanna býur"). Í sjálvum býnum búgva 3,8 milliónir í 2014. Men L.A. er vaksin saman við fleiri øðrumaðrar býumbýir, og til samans eru hesir býir eitt veldiga stórt samanrunnið stórbýarøki, ið er uml. 10.000 km<sup>2</sup>. Í stórbýarøkinum búgva uml. 13 milliónir fólk. Tað er meira enn 2 ferðir so nógv sum í [[Danmark]]. Stutt haðani eru strendur og snotiligir havnarbýir. Har er lutfalsliga heitt alt árið, og ikki so vátt. Fleiri milliónir fólk úr øllum heimi ferðast hagar á hvørjum ári.
 
Hann er ídnaðarbýur, har verða mest gjørd [[bilar]] og [[Flogfar|flogfør]]. Bilarnir í Los Angeles eru fleiri enn í nøkrum øðrum býi, og hetta kemur av, at býurin er bygdur á so ógvuliga stórum øki. Nógv av fólkinum býr í egnum húsum við urtagarði rundanum. Teir nógvu bilarnir elva til álvarsama luftdálking. Í Los Angeles og har um leiðir fara motorvegir í hópatali í allar ættir. Allir hesir bilarnir elva til álvarsama [[dálking]]. Tætt við býin eru góðar [[Olja|oljukeldur]]. Landið rundan um býin er slætt og væl dyrkað, men teir mugu veita vatn til bøin.
Linja 42:
 
== Búskapur ==
[[Mynd:Golden_Age_of_Hollywood.png|thumb|right|260px|Undirhalds-ídnaðurUndirhaldsídnaður er týdningarmesti ídnaður í Los Angeles. Síðan fyrst í [[1920-árini|1920-árunum]] hevur undirhalds-ídnaðurinundirhaldsídnaðurin tikið seg nógv fram í L.A.]]
Los Angeles er størsti undirhalds-ídnaðarbýurundirhaldsídnaðarbýur í heiminum. Av tí at luftin í [[Kalifornia]] er so turr, og sólin sær at kalla hvønn dag, ber sera væl til at taka [[Filmur|filmirfilm]] upp har. Hetta gera teirtey í tí viðgitna filmbýnum Los Angeles; haðani verða filmirfilmar sendir um allan heim. Tíðliga í [[20. øld]] byrjaðu filmsfeløg úr bæði [[New Jersey]] og [[New York]] at flyta til Kalifornia orsakað av tí sólríka veðurlagnum.<ref>Bordwell, David; Staiger, Janet; Thompson, Kristin. 1985. ''The Classical Hollywood Cinema: Film Style & Mode of Production to 1960''. New York City, NY: Columbia University Press. S. 1-59</ref> Undirhalds-ídnaðurin er ein ídnaðargrein, sum veksur skjótt í Los Angeles. Hann fevnir um til dømis filmar, [[sjónvarp]]ssendingar, internetið, [[telduspøl]], [[Tónleikur|tónleik]], tíðarrit og bøkur. Vøksturin í undirhalds-ídnaðinum hevur samband við ta tøkniligu menningina á KT-økinum, harundir sjónvarp yvir [[Fylgisveinur|fylgisveinar]] ella kaðal og internetið. Tøknin ger tað møguligt at røkka út til nógv fleiri fólk enn nakrantíð áður, og tí ber til at brúka fyrimunirnar við hópframleiðslu og samvirkandi fyrimunir. Fyrimunir við hópframleiðslu og samvirkandi fyrimunir bera millum annað í sær, at ein filmfyritøka, sum t.d. Warner Bros í [[Burbank]], bæði kann vinna pening av sjálvum filminum (filmsfløgur, atgongumerki í biohøllum og søla á internetinum) og av telduspølum, leikum og bókum. Eitt gott dømi um hetta eru [[Star Wars|Star Wars-filmarnir]], har sølan av leikum hevur kastað næstan líka nógv av sær sum filmarnir sjálvir. Tað arbeiða 129,675 fólk í undirhalds-ídnaðinum í Los Angeles í 2012.<ref>http://articles.latimes.com/2013/jan/25/business/la-fi-ct-entertainment-employment-20130125</ref>
 
Tað eru tey, sum halda, at vaksandi undirhaldsídnaðurin í [[Hollywood]] brýtur niður landamørk og elvir til eina mentanarliga alheimsgerð. Tá ið tær somu sjónvarpssendingarnar úr Hollywood verða vístar í t.d. [[Suðurafrika]], [[Føroyum]] og [[Suðurkorea]], elvir tað til eitt slag av heimsmentan, har hugsarnir, rák og brúkaraatferð verða felags.<ref>http://www.academia.edu/5818397/INFLUENCE_OF_HOLLYWOOD_FILMS_ON_THE_MORAL_VALUES_OF_YOUTHS</ref><ref>http://prezi.com/fhs7wcme4q8h/hollywoods-influence-on-global-culture/</ref>