Munurin millum rættingarnar hjá "Sveis"

Content deleted Content added
s →‎Útvortis ávísing: tók burtur Link FA, verður nú umsitið av Wikidata, tí ikki neyðugt á síðuni
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 43:
=== Innflytarapolitikkur ===
[[Mynd:No-mosque.svg|thumb|left|180px|Sveis forbjóðar við lóg [[Moskur|moskubygging]] <ref>http://www.foxnews.com/story/2009/11/30/switzerland-defends-ban-on-mosque-minarets/?test=latestnews</ref>.]]
Sveisiska fólkið hevur í 2014 atkvøtt fyri at steðga streyminum av tilflytarum til landið <ref>http://www.independent.co.uk/news/world/europe/switzerland-votes-to-limit-numbers-of-eu-migrants-9117579.html</ref><ref>http://www.nytimes.com/2014/02/10/world/europe/swiss-voters-narrowly-approve-curbs-on-immigration.html?_r=0</ref>. Sunnudagin 16. februar 2014 segði sveisiska fólkið á fólkaatkvøðu "ja" til munandi herðing av lógini um tilflytarar úr øðrum [[ES]]-londum. Sjálvt um Sveis ikki er limur í ES, hevur landið seinastu 12 árini havt eina avtalu við ES um fría ferðing um landamørk. Men nú sveisiska fólkið hevur kravt munandi herðingar av lógini, er spurningurin, um avtalan við ES má víkja fyri sveisiska fólkaviljanum. Úr Brússel eru boð longu komin um, at ES fer at endurskoða síni viðurskifti við Sveis. Tað var sera lítil munur á talinum av ja- og nei-atkvøðum – bert 19.000 atkvøður. Av teimum, sum atkvøddu, søgdu 50,3 prosent ja. Men úrslitið merkir, at stjórnin innan 2017 skal hava dagført lógina um tilflytarar, og tað fer at merkjast í grannalondunum. Nógv koma úr ES-londunum [[Italia]] og [[Týskland]]i til Sveis at arbeiða, og í 2014 eru millum 27 og 29 prosent av teimum átta milliónunum, sum búgva í Sveis, tilflytarar. Tað er tað næstmesta í Evropa, aftan á [[Luksemburg]] <ref>http://www.bbc.com/news/world-europe-26116648</ref>. Seinastu árini er ein klovningur komin í millum løntakarar, sum síggja fremmandaarbeiðarar fáa teirra størv til minni løn og harvið trýsta lønarlagið niður, og so politikarar, sum tala fyri at taka ímóti fleiri tilflytarum. Hinvegin hava aðrir politikarar tikið seg fram við at tala ímóti tilflyting.
 
Í mars 2014 hevur orðaskifti verið í ES-tinginum um sveisisku avgerðina, og har gav ES-kommisserurin fyri arbeiðsmarknaðin, [[László Andor]], sveisarum greið boð: "Sveis kann ikki siga nei til, at fólk hava frælsi til at ferðast frítt um landamørk, og samstundis samstarva við ES, sum um einki var hent" <ref>http://www.theguardian.com/world/2014/feb/09/swiss-referendum-immigration-quotas</ref>. László Andor segði, at so leingi Sveis ikki hevur meldað aftur um, hvussu landsins politiska leiðsla ætlar at fyrihalda seg til úrslitið av atkvøðugreiðsluni, kann ES ikki halda fram við tveimum felags verkætlanum um gransking og [[útbúgving]], sum eru í gongd í løtuni. ”Sveisisku myndugleikarnir hava ikki stórt rásarúm her. Tí tað at ferðast frítt er ein grundarsteinur í samstarvinum og kann ikki takast burtur frá hinum frælsunum í avtaluni,” segði Andor <ref>http://www.bloomberg.com/news/2014-02-09/swiss-brace-for-sour-eu-relations-after-immigration-vote.html</ref>. Aðrir ES-politikarar vóru ikki so avgjørdir og vístu á, at Sveis ikki er limur í ES og hevur rætt til sjálvt at avgera lógirnar í egnum landi. ”Øll sløg av sanksjónum, sum avmarka teirra part í gransking og útbúgving, kannkunnu skaða okkum øll. Tað hevði verið tápuligt at sligið alt ov hart aftur,” segði Vicky Ford úr høgrasinnaða bólkinum ECR (stytting fyri ''European Conservatives and Reformists''). Hon helt, at ES eigur at síggja báðar síðurnar av málinum, og at sveisiska fólkið hevur rætt til at gera av, hvussu landsins landamørk skulu stýrast.
 
Í Sveis varð ein fólkaatkvøða í 2008, um tað skal vera loyvt at byggja tey sermerktu tornini, ið oftani eru við síðunisíðuna av [[Moskur|moskum]] - eitt sokallað minarett. Á øllum moskum er høgt moskutorn (nevnt ''minarett'') haðan tey trúgvandi verða kallað til bøn fimm ferðir um dagin. Byggilógin (nevnt ''Federal popular initiative "against the construction of minarets"'') bleiv samtykt; á fólkaatkvøðuni í november mánaði 2008 atkvøddu 57.,5 prosent av veljarunum í Sveis fyri, og 42.,5 prosent atkvøddu ímóti <ref>http://www.swissinfo.ch/eng//Specials/Islam_and_Switzerland/Minaret_vote/Minaret_result_seen_as_turning_point.html?cid=7793740</ref><ref>http://www.foxnews.com/story/2009/11/30/switzerland-defends-ban-on-mosque-minarets/?test=latestnews</ref>. Eisini í syðra parti av [[Eysturríki]] er ein lóg samtykt, ið forbjóðar moskubygging, um hesar ikki hóska til umhvørvið <ref>http://www.rnw.nl/english/article/strong-reactions-swiss-minaret-ban</ref>. Í Sveis búgva uml. 400 000 muslimar <ref>http://www.euronews.com/2009/11/19/minaret-debate-angers-swiss-muslims/</ref>.
 
== Fólkið ==
 
Hóast Sveis er so lítið og hevur ligið innbyrgtinnibyrgt millum stórlond, hevur tað fyri tað mesta havt sjálvræði. Men tað hevur ikki kostað teimum lítið, mangan hava teir staðið í harðari orrastu, men oftast vóru teir við yvirlutan, og sveisarar vóru so gitnir fyri dirvi, at fremmandir kongar bóðu sær vaktarmenn úr Sveis. Fýra eru [[mál]]ini, sum verða tosað í landinum; í Suðursveis tosa tey italskt, í Vestursveis [[Franskt mál|franskt]], í norðara partinum [[Týskt mál|týskt]], og so eru tað einstøk pláss í landsynningshorninum, hvar tey tosa eitt gamalt mál, sum sipar til týskt. Sum við málinum, so við trúnni; summi eru [[katolikkar]] og summi trúbótarmenn.
 
Skúlar eru nógvir í landinum, og tað bæði lægri og hægri. Sveisarar verða roknaðir fyri eitt kunnskapsríkt fólk, og hópur av fremmandum ungfólki kemur hagar at ganga í kostskúla. Landið verður roknað fyri eitt av teimum ríkastu í [[Evropa]], og tað arbeiðandi fólkið hevur góð livikor.
Linja 57:
=== Mál ===
 
Fýra ymisk [[mál]] verða talað í Sveis, fjølmæltasta landilandið í [[Evropa]]. Almenn [[mál]] eru [[Týskt mál|týskt]], [[Franskt mál|franskt]] og [[Italskt mál|italskt]]. Fjórða [[mál]]ið er [[Retoromanskt mál|retoromanskt]], sum verður talað í summum fjarløgdum bygdaløgum uppi í fjøllunum. [[Retoromanskt mál|Retoromanskt]] hevur nú eisini fingið støðu sum alment [[mál]] - 1 % av fólkinum talar [[Retoromanskt mál|retoromanskt]].
 
== Mentan ==
Linja 67:
[[Mynd:Central Switzerland.jpg|thumb|right|250px]]
[[Mynd:Hauteroute.jpg|thumb|right|250px]]
Í Sveis eru tveir fjallaryggir, [[Jurafjøll]] og [[Alpurnar]]. Ímillum fjøllini er ein breiður háslætti, sum eitur [[Sveisar Háslættin]]. Miðjan av Sveis er ein fløta, Sveisiski Háslættin teir kalla, men hitt er alt fjallalendi. Sveisar Háslættin gongur frá [[Bodensvatn]]i til [[Genèvevatn]]ið. Háslættin er ein langur og breiður dalur við stórum vøtnum og góðum kornlendi. Jørðildið er mest eyrmold, sum er komin við ísinum í ístíðini. Á háslættanum býr meginparturin av fólkinum, og har eru eisini teir størstu býirnir. Háslættin ber væl korn, og hann er eisini væl dyrkaður. Summastaðni hava teir avbera stórar súreplagarðar, og frálíka vakurt er at síggja, tá ið alt um várarnar stendur í blóma. Mesta fólkið býr á fløtuni, og har eru teir flestu býirnir.
 
Fyri vestan eru [[Jurafjøll]]ini fram við [[Frakland|franska]] markinum. Tey eru heldur lág og fyri tað mesta skógvaksin. [[Alpurnar]] aftur ímóti standa við nógvum skínandi fannaklæddum tindum og daga ímóti himni. Fyri sunnan fløtuna ganga Alpurnar ígjøgnum alt landið úr vestri í eystur. Hægst uppi í Alpunum í bæði Sveis og [[Eysturríki]] eru nógvir jøklar. Frálíka vakurt er í Alpunum, og hagar koma fólk úr øllum ættum at halda feriu. Um veturin standa tey á skíðum í Alpunum, og um summarið ganga tey á teimum stórslignu og vøkru fjøllunum. Fjallarustirnar eru bæði hvassar og brattar, men millum teirra ganga nógvir breiðir og djúpir dalar. Í dølunum er veðurgott og góður bøur. Bygdirnar eru ofta heldur smáar. Vøtn eru nógv í dølunum. Í dølunum á suðursíðuni er veðurlagið frálíka lýtt, og har yður av litføgrum blómum um summarið. Men uppiyvir standa teir hvøssu tindarnir avtaktir við ísi, sum ongantíð tiðnar. Um veturin legst ofta nógvur kavi niður í fjøllunum. Tá kann tað henda, at tað kemur turrur, heitur vindur, sum teir kalla ''føhnin''. Termometrið rýkur upp, og tiðningur kemur í kavan. Áirnar standa á bredda um nakrar tímar, og tá hendir ofta, at skalvar leypa. Summir av hesum skalvunum kunna vera óføra stórir, og teir taka bæði garðar og hús við sær; einki stendur fyri teimum.
Linja 100:
=== Handil ===
 
Sveis, sum hevur stóran uttanlandahandiluttanlandshandil, liggur langt frá [[hav]]inum. Tað kemur teimum tí væl við, at teir hava so nógvar og góðar vegir og jarnbreytir, sum teir kunnu flyta vørurnar á út í onnur lond. Teir hava eisini ein stóran havnarbý við ánna Rín, sum eitur [[Basel]]. Basel stendur úti móti markinum til bæði [[Týskland]] og [[Frakland]]. Í havnini í Basel liggja áarbátar og taka inn tær vørur, sum skulu seljast út av landinum, og føra tær til [[Rotterdam]] ella [[Antverpen]]. Har verða vørurnar skipaðar inn í stór skip, sum sigla tær út á heimsmarknaðin. Áarbátarnir skipa so inn aftur olju, kol og ráevni, sum teir sigla til Basel og leggja upp har. Sveisararnir eiga sjálvir ein farmaskipaflota, sum telur eini 50 skip, men tey flóta ikki inn í havnina í Basel, og leggja tí ongantíð at í Sveis.
 
=== Ferðavinna ===