Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
s →‎Sí eisini: skifti fyrimynd USA út við Fyrimynd Sambandsríki Amerika, ið hevur júst sama innihald. Fyrimynd USA skal nýtast til infoboksir at vísa amerikanska flaggið
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 22:
| [[Vídd]]: || 423 970 km²
|-----
| Íbúgvar ([[2014]]): || 38, 340, 000
|-----
| fyri km²: || 83,85/km²
Linja 38:
[[Mynd:CalaverasBigTrees2.jpg|thumb|left|170px|Risatrø í [[Calaveras Big Trees]]-parkini í [[Arnold]], Norðurkalifornia.]]
[[Mynd:SF_From_Marin_Highlands3.jpg|thumb|right|260px|[[Golden Gate brúnni|Golden Gate Bridge]] í [[San Francisco]]. [[San Francisco]] er bygdur á 43 heyggjum.]]
Í Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum [[San Francisco]] og [[Eureka]] út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini [[Hollywood]], háborgin hjá [[Filmur|filmídnaðinum]], og [[Silicon Valley]] í Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari [[Telda|teldumenning]]. Inni í statinum er heitt og slætt, har eru ring gróðrarlíkindi. Har býr lítið fólk nú á døgum, hóast kaliforniska upprunafólkiupprunafólkið, [[Upprunaamerikanarar|indiánarnir]], dugdi at lívbjarga sær í teimum vánaligu umstøðunum. Tær størstu oyggjarnar eru [[Santa Cruz Island]] (254 km<sup>2</sup>), Santa Rosa Island (209 km<sup>2</sup>) og [[Santa Catalina Island]] (194 km<sup>2</sup>).
 
Fjallagarðar ganga fram við strondini. Hægsta fjallið er [[Whitneyfjøll]] í Tulare County. Whitneyfjøll er góðar 4.421 metrar høgt. Fjøllini eru skógvaksin, og har vaksa nøkur av størstu trøunum í heiminum, 100 m. høg kunnu tey vera. Fleiri av hesum furutrøunum eru meira enn 7,5 m. í tvørmát, og summi skulu vera eldri enn trý túsund ár. Eystan fyri fjøllini, ið ganga fram við strondini, er ein góður dalur, nevndur [[Kaliforniadalur]]. Eystanfyri dalin gongur aftur ein fjallagarður, [[Sierra Nevada]], suður og norður - hetta navnið er [[Spanskt mál|spanskt]] og merkir "kavafjøll". Skógareldar kosta Kalifornia dýrt. Í Kalifornia er tað ikki óvanligt við skógareldum, hesir plaga vanliga at herja á í [[september]]-[[oktober]]. Torusláttur er orsøkin til mongu skógareldarnar. Lendið er skróturt, og lítið skal til, at tað festir í.
 
[[Death Valley]] er heitasta stað í heiminum. Sum eitt portur inn til Mojave-oyðimørkina, liggur hin størsta amerikanska tjóðlundin í teimum 48 niðaru statunum, [[Death Valley National Park]] ella Deyðadalur Tjóðlund. Tvær stórar oyðimerkur eyðkenna landslagið í [[Suðurkalifornia]]; Mojaveoyðimørk, ið er fram við allari [[Nevada]]-markini og í Nevada, og Sonoraoyðimørk sunnast í statinum og í [[Nýmeksiko]] og [[Meksiko]]. Mojave- og Sonoraoyðimørkin eru av turrastu økjum í heiminum. Hitin í skugganum er eini 55 stig, og tá hætta fæstu dýr sær út. Men um sólsetur, tá ið sandurin og luftin kólna, tysja dýrini úr klettarivum og holum. Um náttina legst døgg, og hon er kærkomin væta hjá plantum og dýrum. Tvær aðrar stórar oyðimerkur eru í Eystur- og Suðurkalifornia, Colorado-oyðimørk og Great Basin-oyðimørk.
 
=== Jarðfrøði ===
 
Fólkið í Kalifornia livir í støðugum ótta fyri [[Jarðskjálvti|jarðskjálvta]]. Økið er beint á markinum ímillum tvær meginlandaplátur. Tá ið hesar plátur renna saman, skelvur [[jørðin]], og tað kann verðavera atvold til, at hús og vegir verða oyðiløgd, og stórskaði kann standast av tí. Ilt er at boða frá jarðgerð, skuldu tey komið illa fyri av jarðskjáltajarðskjálvta. San Andreas-umskaringin sker seg 1207 km. ígjøgnum Kalifornia og fer ígjøgnum býirnar [[San Francisco]] og [[Los Angeles]]. Hundraðtals aðrar smáar rivur elva til, at tað javnan eru veikir skjálvtar í jørðini.
 
Djúpasti dalur í [[USA]] er í Kalifornia - [[Deyðadalur]] (á enskum ''Death Valley''), 86 m. lægri enn [[sjógvur]]in. Deyðadalur er eisini heitasta stað á jørðini <ref>http://wmo.asu.edu/world-highest-temperature</ref> <ref>http://www.storm.no/nyheter/det-varmeste-stedet-paa-jorden-er-ikke-lenger-i-libya-3876606.html</ref>
 
== Søga ==
Linja 58:
=== Gullfepur ===
[[Mynd:California_Clipper_500.jpg|thumb|left|250px|Gullfepurin elvdi til miklan fólkavøkstur í býum sum til dømis [[San Francisco]]. Fólk úr øllum heiminum búsettu seg har, og havnabýurin á vesturstrondini fekk alheimsligan dám.]]
Fáar dagar fyri at [[Guadalupe Hidalgo-sáttmálin]], sum fekk frið í lag ímillum [[Meksiko]] og [[USA]], skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið í [[Coloma]] í [[Meksiko|meksikanska]] landslutinum Kalifornia. Landsluturin hoyrdi enn til [[Meksiko]], men [[USA|amerikanskar]] flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann í krígnum og høvdu sett á stovn hernaðarstýri. [[Mánadagur|Mánadagin]] tann [[24. januar]] [[1848]] funnu tveirgullgravarartveir gullgravarar ein tugan gullstein í jørðini á einum oydnum lendi í [[Sacramento]]dalinum í Norðurkalifornia. Annar teirra skrivaði um hetta í sínsíni dagbók. [[Sunnudagur|Sunnudagin]] skrivaði hann aftur í dagbókina, at nú høvdu teir kannað steinin gjølligari, og teir vóru vísir í, at tað var gull. Hann leggur so glaður afturat: "Vit hava í farnu viku grivið gull fyri meira enn 100 [[Amerikanskur dollari|dollarar]]". Tíðindi, um at gull var finniðfunnið í Kalifornia, fóru sum eldur um alt USA og haðani um heimin. Í [[1849]] tustu túsundtals gullgravarar hagar.
 
Gullgravarar og aðrir eydnusmiðir tustu nú teir næstu mánaðirnar í stórum tali til Kalifornia, so at hetta áður fámenta landið brádliga uddi av fólki. Tá ið gullið varð funnið, búðu uml. 2000 fólk í Kalifornia, men áðrenn eitt ár var liðið, hevði gullfepurin drigið 92 000 fólk at seta búgv har. Hesi gróvu eftir gulli, eins og vóru tey heilt frá sær sjálvum. Nógv gull varð funnið, og nøkur fá, ið høvdu eydnuna við sær, gjørdust rík eftir stuttari tíð. [[Sacramento]]adlurindalurin var í nøkur ár (1848-1855) satt paradís hjá gullgravarunum. Allastaðni varð grivið og høgt, og fleiri ferðir vóru stórir klumpar funnir.
 
Men livilíkindini hjá teimum mongu niðursetufólkunum, sum ikki gjørdust rík, vórðu skjótt út av lagi vánalig. Eingi hús vóru at búgva í. Ongar krambúðir vóru, sum matur og annað kundi fáast úr, og ikki vardi leingi, fyrr enn lógloysi valdaði við teirri avleiðing, at byrsan avgjørdi hvørja trætu og hvørt stríð. Tá ið gullfepurin hæsaður av, vóru nógv, sum fóru at leita eftir gulli aðrastaðni. Tó høvdu tey flestu sæð, at Kalifornia var eitt fruktagott land við avbera góðum veðurlagi, og tað vóru tí ikki so fáir gravarar, sum eydnan hevði verið kørg við, ið nú gjørdust dugandi og ágrýtnir landbúnaðarmenn.
 
=== InnlimaInnliman ===
[[Mynd:United_States_1850-1853-03.png|thumb|right|250px|USA í 1850. 9. september 1850 blívur Kalifornia 31. statur í [[USA]].]]
Heilt síðani [[1776]], tá ið [[USA]] var vorðið eitt sjálvstøðugt ríki, høvdu amerikanskir eydusmiðir leitað vestureftir inn millum fløturnar og fjøllini. Teir høvdu har skipað ein stat fyri og annan eftir, sum síðani vóru innlimaðir í samveldið. Í byrjaninifyrstuni vóru tað 13 statir, sum høvdu viðtikið Frælsisyvirlýsingina, men í 1849 var [[USA]] vaksið til 31 statir.
 
Til tess at hjálpa teimum nógvu niðursetufólkunum varð ein maður eftir boðum frá stjórnini í [[Washington DC]] sendur til Kalifornia at stíla fyri skipanini av einum nýggjum stati, ið kundi verða innlimaður í [[Sambandsríki Amerika|Sambandsríkið Amerika]]. Hetta var í 1849. Fyri at sleppa upp í samveldið skuldi ein grundlóg gerast fyri Kalifornia, ið kundi góðkennast av [[Washington DC]]. Umboðsmaðurin hjá stjórnini hjálpti niðursetufólkunum at evna eitt lógaruppskot - men stutt vardi, so stakk eitt vandamál seg upp, ið ikki var so lætt at loysa, skuldi nýggi staturin loyva [[Trælur|trælahaldi]] ella skuldi slíkt bannast. Í Kalifornia var tað ymiskt, sum teir hildu um trælahald. Nógvir gullgravarar vóru komnir úr Suðurstatunum og kundu væl hugsað sær at fara undir at dyrka bummull, og tí vildu teir hava loyvi til at halda [[Trælur|trælir]]. Hendingarnar skaptu stóra øsing í Suðurstatunum. Fólk vóru ill um at hava mist rættindini til ein stat, sum kundi gjørst ein frálíkur trælastatur, og varð alment hótt við at siga limaskapin í [[USA|Sambandsríkinum Amerika]] upp. Í 1850 eydaðist tað tó stjórnini í [[Washington DC]] at smíða eina lóg, sum minkaði um ónøgdina eina tíð - Í Kalifornia skuldi ikki vera trælahald.
 
Niðursetufólkini, sum vildu hava frælsi og sjálvstýri, kravdu at fáa fólkastýri. Ein stýrisskipanarlóg varð gjørd og løgd fyri kongressina í [[USA]]. Hon góðkendi stýrisskipanarlógina, og Kalifornia gjørdist 31. ríkiðlutstaturin í [[USA]] (tann 9. september 1850). Floymurin av gullkubbum úr Kalifornia helt fram í mong ár.
 
== Fólkið ==
[[Mynd:San-diego-mission-chuch.JPG|thumb|right|250px|Katólsk kirkja í [[San Diego]].]]
Upprunafólkið í Kalifornia er indiánar. [[Spania|Spaniólar]] vóru fyrstir úr Evropa, sum búsettust í Kalifornia. [[Kyrrahav]]sstrondin var ikki so væl atkomilig sum hin, og tí kom at vera longri tíð, áðrenn nakað munandi av fólki settist niður har. So seint sum í 1848 var heilt lítið av fólki í Kalifornia, men so frættist, at [[gull]] var funnið í landinum, og mennfólk tustu til úr øllum ættum - tað mesta kom eftir [[Sjógvur|sjónum]], tí í teirri tíðini gingu hvørki jarnbreytir ella vegir eystanífrá til vesturstrondina í [[USA]]. SummirSummi funnu gull og gjørdust ríkirrík eftir stuttari tíð, men teirtey flestu funnu einki. TeirTey vórðu kortini verandi, tí teirtey sóu, at landið var livligtliviligt, veðurlagið heitt, jørðin góð, og nógvur [[fiskur]] úti fyri strondini. Meginparturin av fólkinum er [[Protestantisma|protestantar]], og eini 31 % eru [[Rómverska-katólska kirkjan|katolikkar]]. At standa á [[Surfing|brimfjøl]] er væl dámd kalifornisk [[Ítróttur|ítrótt]]. Í nógvum býum eru javnan kappingar. Hjá nógvum ungdómi fer øll frítíðin at standa á brimfjøl. Heita veðurlagið og mongu sólardagarnir gera, at nógvir kalifornar eru stóran part av frítíðini við strondina.
 
Í januar 2014 búðu 38, 340, 000 fólk í Kalifornia.<ref>http://www.dof.ca.gov/research/demographic/reports/estimates/e-1/documents/E-1_2014_Press_Release.pdf</ref> Í [[Flagg Sambandsríkið Amerika|amerikanska flagginum]] eru 50 stjørnur, ein fyri hvørthvønn landiðlutstat í [[USA]]. Vóru stjørnurnar eftir fólkatalinum, hevði stjørnan hjá [[Wyoming]] verið tann minsta og stjørnan hjá Kalifornia, sum er fjølmentastafjølmentasti landiðlutstaturin, hevði verið einar 60 ferðir størri. Kalifornia er fjølmentað samfelag. Fólkið í Kalifornia er ættað úr mongum londum - har eru [[Afroamerikanarar|afroamerikanar]] (6,7 %), [[Latínoamerikanarar|latínoamerikanarlatínamerikanar]] (36,6 %), [[Upprunaamerikanarar|indiánar]] (1,2 %), [[ásia]]tar (12,5 %) og [[Evropa|evropear]] (42,3 %) <ref>http://quickfacts.census.gov/qfd/states/06000.html</ref>. Almenna [[mál]]ið í statinum er [[Enskt mál|enskt]].<ref>http://www.leginfo.ca.gov/.const/.article_3</ref> Eisini eru stórir spanskttalandi minnilutar í [[Suðurkalifornia]]; størsta minnilutamálið í Kalifornia er [[Spanskt mál|spanskt]]. Í [[Los Angeles]] tosa meiri enn 46 prosent av fólkinum spanskt. Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgdfólkatali og [[Búskapur|búskapi]]. Meksikanskur [[matur]] og [[tónleikur]] er væl dámdur. Næstan helvtin (44,9 % í 2010) av fókinum í Suðurkalifornia er ættað úr [[Meksiko]].<ref>http://www.usc.edu/schools/price/research/popdynamics/pdf/2012_Lou-etal_Racially-Balanced-Cities.pdf </ref> Tey flestu hava [[USA|amerikanskan]] ríkisborgararætt. Nógvir meksikanarar royna at sleppa tvørtur um markið at leita eftir arbeiði í Kalifornia. Sterkt vaktarhald er á markinum millum Meksiko og [[USA]].
 
== Búskapur ==
[[Mynd:Windenergy.jpg|thumb|left|260px|Vindmylnur í Kalifornia vera meira og meira nýttar sum orkukelda.]]
Í 1848 varð gull funnið í Kalifornia, og skjótt tusti fólk hagar úr øllum ættum at vinna sær ríkidømi. Tá ið gull varð funnið tætt við sagvirkið hjá [[sveis]]iska niðursetumanninum [[John Sutter]] í 1848, tustu gullgravarar hagar. Teir skolaðu áareyrin og vónaðu at gull var í honum. Summir vórðu hepnir, aðrir ikki. Sutter fór á heysin av øllum virkseminum, sum var á ognum hansara, og rýmdi til [[Pennsylvania]] í 1873. Nú búgva næstan 3739 mió. fólk í Kalifornia, og taðsum er fjølbygdastafjølbygdasti landiðlutstaturin í Amerika. Ferðavinnan er týdningarmikil, og har er nógvur hátøkniídnaður. [[Silicon Valley]], tey rópa, er heimsins miðdepil í [[Telda|teldutøkni]]. Í Kalifornia er eisini heitt og góður sólargangur, og har veksur nógv frukt. Av tí at luftin í Kalifornia er so turr, og [[sólin]] sær at kalla hvønn dag, ber sera væl til at taka [[Filmur|filmirfilmar]] upp har {{tk}}. Hetta gera teir í tí viðgitna filmbýnum [[Hollywood]] í [[Los Angeles|L.A.]]; haðani verða filmirfilmar sendir um allan heim.
 
Í Kalifornia er landbúnaður stór vinnugrein. Góð mold, nógv [[Sólin|sól]] og ríviligt av vatni, veitt úr áunum, ið renna úr [[Sierra Nevada-fjøllum]], gera, at Kalifornia er fremsta landbúnaðarríki í [[USA]]. Her verða dyrkað fleiri enn 40 % av allari frukt og øllum grønmeti, ið verða etin í [[USA]], m.a. ferskur, appilsinir, jarðber, artiskokk og rósukál. Her dyrka tey eisini víndrúur, sitrónir og aðrar fruktir, umframt korn. Fyritreytin fyri landbúnaðinum er ein vatningarskipan, tí veðurlagið er so turt. Kalifornia er tann staturinlutstaturin í USA, sum brúkar mest vatn eftir fólkatalinum; meira enn 78 % av vatninum verður brúkt til jarðarbrúk, og bara 22 % verða brúkt í húsar­ haldinum. Kalifornia er gitið fyri sítt góða vín. [[Napadalur]] norðan fyri [[San Francisco]] er gitið vínlendi. [[Meksiko|Meksikanarar]] fara ofta ólógliga norður um markið til Kalifornia at arbeiða í fruktlundunum.
 
=== Ferðavinna ===
[[Mynd:Beach_Avalon_Catalina_California_2003-22-19.jpg|thumb|right|250px|Mynd av [[Catalinaoy]]nni. Hagar fara nógv ferðafólk at hyggja at alskyns litfogrum [[dýr]]um og [[Fiskur|fiskum]].]]
Ferðavinnan hevur [[Búskapur|búskaparligan]] týdning. Seinastu árini hevur Kalifornia ment seg nógv sum ferðavinnustatur. Gongst ferðavinnuni væl, og tað eydnast at fáa fleiri ferðafólk til Kalifornia, og eydnast tað samstundis at fáa hesi at leggja meiri pening eftir seg í statinumlutstatinum, gevur tað nógvar ágóðar - fyrst og fremst beinleiðis inntøkur, men eisini fleiri arbeiðspláss, og tey ferðandi skapa soleiðis grundarlag fyri eini meiri fjølbroyttari matstovuvinnu og upplivingarbúskap yvirhøvur. 900 000 arbeiðirarbeiða í ferðavinnuni í Kalifornia, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í [[USA]] <ref>http://www.beachcalifornia.com/stats2.html</ref>. Nógv fólk liva av ferðavinnu, tí í Kalifornia eru stórar og góðar strendur, sum draga ferðafólk til landið.
[[Mynd:Californiaadv-rollercoaster-water.jpg|thumb|right|250px|Ógvuliga mong ferðafólk koma til Disneyland í Anaheim. Disneyland hevði 15,9 milliónir ymisk vitjandi í [[2009]]<ref>http://www.disneylandvacationtips.com/disneyland-attendance.html</ref>.]]
Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkurnarvíkirnar, sum draga fólk higar. Flestu ferðafólk, ið koma til Kalifornia, eru amerikanar. 13,4 milliónir útlendsk ferðafólk koma eisini til Kalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið <ref>http://traveltips.usatoday.com/major-tourist-attractions-california-12914.html</ref>. Streymurin av ferðafólki er støðugur alt árið – serliga frá [[apríl]] og til [[august]]. Her eru eisini 90 000 útlendsk universitetslesandi frá øllum heiminum <ref>http://www.bridgesinternational.com/international_student_facts/</ref>. Hesi síggjast aftur í býarlívinum, á strondini og á barrum og teim mongu diskotekunum í náttarlívinum.
 
Flestu ferðafólk koma úr grannastatunum í [[USA]]. Um allan heim verður flogferðsla alsamt meira liberaliserað, og tað merkir príslækkingar innan økið. Bíligir flogferðaseðlar hava gjørt, at nógvir amerikanar fara til Kalifornia at ferðast. Lýtt veður og vøkur, stórfingin náttúra gera, at fólk eru nógv úti, og at nógv frítíðarvirksemi eisini er uttandura í Kalifornia. Ferðavinnan gevur eitt munagott íkast til kaliforniska [[Búskapur|búskapin]]. Inntøkurnar frá fólki búsitandi uttanlandauttanlands, sum ferðast til Kalifornia, tátta í [[Amerikanskur dollari|$]] 95.,1 billiónirmilliardir í [[2010]]<ref>http://tourism.visitcalifornia.com/Research/California-Statistics-and-Trends/</ref>. Øll eru eisini samd um, at tað ber væl til at vaksa munandi um hesar inntøkur við at vaksa um ferðavinnubúskapin.
 
Í 2010 hava verið yvir 20 milliónir vitjandi. Nógv tey flestu eru úr [[USA]], meðan restin av top-listanum er [[Meksiko]], [[Kanada]], [[Japan]], [[Stóra Bretland|Bretland]], [[Suðurkorea]] og [[Týskland]] <ref>http://tourism.visitcalifornia.com/Research/International-Visitor-Profiles/</ref>.