Munurin millum rættingarnar hjá "Pál Joensen"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 189:
 
=== World Cup 2010 í Berlin ===
Pál luttók á [[World Cup í svimjing|World Cup]] svimjistevnu í [[Berlin]] í [[Týskland]]i 30. og 31. oktober 2010. Fyrra dagin svam hann 400 metrar frí. Hann svam innleiðandi um morgunin, har hann svam við næstbestu tíðini, sum var 3:46.76. Bara niðurlendingurin [[Job Kienhuis]] svam skjótari enn Pál í innleiðandi kappingini, tað gjørdi hann við 3/100 sekundi skjótari, Kienhuis svam við tíðini 3:46.73.<ref>[http://www.sudurras1.com/pages/posts/pal-nummar-2-i-innleidandi-400-fri4649.php Sudurras1.com]</ref> Teir skjótastu átta svimjarnir komu víðari til finaluna, sum var seinnapartin sama dag. Vinnarin gjørdist týskarin [[Paul Biedermann]], sum er heimsmeistari á sama teini og sum eigur heimsmetið í 400 m frí á stuttbana og á langbana.<ref>[http://www.svimjing.com/2010/10/30/story/pal-silvur-i-400-fri Svimjing.com]</ref> Hann vann gull við tíðini 3:42.31. Pál vann silvur við tíðini 3:44.45 og [[Job Kienhuis]] vann bronsu við tíðini 3:45.27. <ref>[http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/Berlin_2010/C73A1_Res1Heat_112_Finals_1_Men_400_Free.pdf Omegatiming.com]</ref> NæstaDagin dageftir, hin 31. oktober 2010, svam Pál finaluna í 1500 metrum frí. Hann gjørdist nummar tvey og vann sostatt silvur við tíðini 14:47.39.<ref>[http://www.sudurras1.com/pages/posts/pal-vann-silvur-i-1500-fri4659.php Sudurras1.com]</ref> Vinnarin av 1500 m frí á stuttgeil gjørdist [[Niðurlond|niðurlendski]] [[Job Kienhuis]] við tíðini 14:40.11. Jan Wolfgarten úr [[Týskland]]i vann bronsu.
 
=== 2010 European Swimming Championships - Svimjikapping um Europameistaraheitið 2010 í Budapest ===