Munurin millum rættingarnar hjá "Jensina Olsen"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 7:
Sum tannáringur byrjaði hon at ganga til drama, og varð bitin av pallarbeiði alt fyri eitt. Hon leikti nógvar leikir saman við bólkinum 'Grímulingum, og gjørdi ma.tilfar til sjónvarpskalendarin í 1987. Hon skrivaði sangir og var ma.klóvnurin ið ikki dugdi at halda jól, sum nógv børn vórðu øðiliga glað fyri tá.
Eisini var Jensina sangarinna í orkestrinum Jofo Kasar, ið spældi til Ólavsøkukonsertina í 1987. Hetta var fyrstu fer hon sang live á palli. Bólkurin var mannaður av Rógva á Rógvu(tr), Jón Mc.Birnie(bs), Kaj Johannesen(perc), Kára Poulsen(keyb), Oddur Jacobsen(gui) og Ólavi Jacobsen(gui).
Fra 2001 til 2004 gekk Jensina á Billedskolen á Jagtvej i Keypmannahavn. Hon hevði áðrenn framsýnt í nøkur ár. Jensina hevði serframsýningar og framsýndi sman við øðrum føroyingum í eitt longri tíðarskeið. Hon arbeiddi við størri installatiónum, pappórsarbeiði, oljumálningum og vatnlitum. Tað eyðkenda við hennara myndum, er litsamansetingarnar og tað sera livandi úttrykki, ið er musikalskt og rutmiskt samansett. Hon hevur arbeitt við smaum lutum i myndunum, og seinnu árini vuksu hennara myndir, sum var sjoneykað sett á hennara fyrstu verk. Eftir Billedskolen, las hon fulla tid til vaksinundirvisara a Pædagogisk center a Amager.
 
Hon var við í 'Flatt av flatlondum', ið er tann fyrsta føroyska satirusendingin til Sjónvarp. Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale gjørdu tilfarið til hesa sending, sum fólk tóku til sín. 'Ís, eru tit frá Føroyar', var ein setningur, sum gekk aftur rættiliga leingi.
Í sangleikinum Fame, leikti Jensina í 2006 tann stranga og nærum óblíða karakterin sum skúlastjóri. Talan bleiv um 23 útseldar sýningar í Norðurlandahúsinum.
Line 17 ⟶ 19:
Í 2012 vórðu sendingarnar 'Ding ding Pippting' framleiddar, meðan hon starvaðist í KVF fulla tíð. Hetta bleiv til 8 partar, sum síðani eru komnir út á DVD.
 
Frá 1997 til 2009 var Jensina við í virkna útisetakórinum MPIRI. Hon sang altaltrødinna øll árini, og var forkvinna í kórinum í 7 ár. Kórið hevur givið út fløgur og hevur gjøgnum árini havt sum høvuðsendamál at fáa til vega nýggjan føroyskan kórtónleik. Hetta eyðnaðist kórinum sera væl. Kórið sang eiisnieitt nú kór á fløguverkætlanum hjá artisum sum Eivør, Teiti og Valravn. Enn er kórið sera virki, og er nógv umbiðið. Fløgurnar Asbest frá 2001 og Upp gleðist 2008, eru givnar út av kórinum gjøgnum plátufelagið TUTL. Her syngur Jensina ma.solo á nøkrum av løgunum.
 
Í 2013 gjørdist hon sjálvstøðgug, og fæst við alt frá at undirhalda, vera við í leikum, verkætlanum og arbeiðir stødugt vid at fáa nýtt listarligt tilfar til vega av ymsum slag.
Seinnu árini hava vit mest sæð Jensinu upptraðka fyri børum og gera barnatilfar.