Munurin millum rættingarnar hjá "Rómversk-katólska kirkjan"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 2 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q9592 (translate me)
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 4:
Katólska kirkjan er um allan heim og er høvuðstrúgvin í m.a. [[Frakland]]i, [[Meksiko]], [[Eysturtimor]], [[Pólland]]i, [[Írland]]i og mongum øðrum londum. Nógvir katolikkar ganga til messu sunnudag, og teir kunnu játta presti syndir sínar. Teir hava serliga stóra virðing fyri [[Maria|Mariu Moy]], móður [[Jesus|Jesu]], og biðja bæði hana og onnur halgimenni um forbønhjá Gudi. Halgimenni eru [[kristin]] fólk, sum hava liðið í blóðvitnisdeyða, ella tey eru eftir sítt kristna lív tikin upp í Guds ríki.
 
Katólska kirkjan hevur 7 sakramenti : [[dópur]], altargangur, ferming, bótarinnar sakramenti, salving teirra sjúku, hjúnalag og prestavígsla. Altargangsgudstænastan eitur ''messa''. Kirkjan er býtt sundur í bispadømi undir leiðslu av einum bispi. Bisparnir hava lærumyndugleika. Uppgávan hjá kirkjuni er at boða boðskapin. Skrivliga keldan er [[Bíblian]]. Harumframt hevur kirkjan munnligar keldur, ið røkka aftur til frumkirkjuna. [[Trúarjáttan]]in, ið kirkjan nýtir, stavar frá konsiliinum í Nikæa og Konstantinopel.
 
Til tess at loysa átrokandi andaligar og sosialar uppgávur innan kirkjuna, ella í samfelagnum sum heild, loyvir kirkjan teimum trúgvandi at liva í felagsskapi við serligum reglum (til dømis lyfti um at liva ógift, í lýdni og í persónligum fátækradømi). Fransiskanasystrarnar eru eitt dømi um hetta. Gudstænastumálið er vanliga móðurmálið, men [[Latín (mál)|latín]], sum fyrr varð brúkt, kann eisini nýtast. Katolikkar nýta ''rósukransin'', eitt perluband, at hjálpa sær, tá ið teir biðja. Teir biðja eina bøn fyri hvørja perluna.