Munurin millum rættingarnar hjá "Suðuroy"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 13:
'''Suðuroy''' er syðsta oyggj í [[Føroyar|Føroyum]] (uttan um [[Flesjarnar]]). Landslagið í Suðuroy er sermerkt av djúpum firðum. Umframt framúrskarandi landslagið kann oyggin bjóða eitt breitt úrval av áhugaverdum tilboðum, frá søguríku [[Sandvík]] í norði til náttúruvøkru [[Sumba]] í sunnan. Størstu býirnir, [[Tvøroyri]] og [[Vágur]], liggja við firðir umgirdir av fjøllum. Vegir eru millum allar bygdir og býir, og ganga hesir gjøgnum bergtakandi náttúrufyribrigdir. Norðastu bygdirnar, [[Hvalba]] og [[Sandvík]], hava samband við hvørja aðra gjøgnum eitt av landsins elstu bergholum. Úr hesum bygdum er vakurt útsýni til [[Føroyar|Føroya]] einastu mannleysu oyggj, [[Lítla Dímun]].
 
[[Hvalba]] er einasta pláss, har enn verður arbeitt á kolinum. [[Hov]] telist millum elstu bygdir í Suðuroy. Og var [[Hov]] høvuðssæti hjá [[Havgrímur]] í [[Víkingaøld í Føroyum|víkingatíðini]], sum eisini er grivin í [[Hov]]i. [[Porkeri]] er kend fyri sína sermerktu og vøkru trækirkju frá [[1847]]. Sunnast á oynni liggur [[Sumba]], ið fostrað hevur eitt av [[Føroyar|Føroya]] mætastu skaldum, [[Poul F. Joensen]]. Á veg til og úr [[Sumba]] eftir gamla fjallavegnum er [[Beinisvørð]], 470 m. høgt, [[Føroyar|Føroya]] næsthægsta fuglaberg, sum alkent er fyri sín vakurleika.
 
Suðuroyggin er tann oyggin í [[Føroyar|Føroyum]], sum liggur longst burturi frá meginøkinum. Ferðasamband er sjóvegis við [[Smyril]] og luftvegis við tyrluni. [[Smyril]] siglir 2-3 ferðir um dagin av [[Krambatangi|Krambatanga]] og tyrlan flýgur 2-3 ferðir um [[Vika|vikuna]] úr [[Froðba]]. Frástøðan til meginøkið er ein av orsøkunum til, at fólkatalið í Suðuroynni er minkað rættiliga nógv seinastu árini. Fólkatalið í Suðuroy er minkað 16 prosent í árunum frá [[1985]] til [[2007]]. Í sama tíðarskeiði er talið á fólki undir 20 ár minkað 31,5 prosent, og aldursbólkurin 20 til 39 ár minkaður 24,8 prosent.