Munurin millum rættingarnar hjá "Trø"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "Mynd:The_Muir_Snag.jpg|thumb|right|220px|Kalifornska stórfuran (''Sequoia sempervirens'') er heimsins hægsti vøkstur. Hon verður meira enn 90 m. høg, um 4000 ára g..."
 
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:The_Muir_Snag.jpg|thumb|right|220px|Kalifornska stórfuran (''Sequoia sempervirens'') er heimsins hægsti vøkstur. Hon verður meira enn 90 m. høg, um 4000 ára gomul og kann viga 2000 tons.]]
'''Trø''' eru sera ójøvn í stødd: kalifornska stórfuran verður 90 m. høg, men á føroyska [[Urtapílur|urtapílinum]] eru leggirnir oftast fjaldir í mosanum. Trøini eru ógvuliga týdningarmiklar [[plantur]]. Ljóssamrunin í bløðunum ger, at tey taka koltvísúrni CO<sub>2</sub> úr luftini og lata frá sær súrevni. Soleiðis halda trøini ávísa javnvág við neyðugum evnum í luftini, vit anda í okkum. Trærøturnar eru tættar og langar og binda moldina, at hon ikki verður skolað burtur av regni. Bløðini á trøunum lata úr sær ómetaliga nógva vatnguvu, sum aftur hevur alstóran týdning fyri veðurlagið um allan heim. Um 40 mió ferkilometrar av jarðarflatuni eru skógvaksnir. Trøini føða eisini nógvar mió [[dýr]], og vit fáa timbur til húsabygging og innbúgv. Hvørt ár nýta vit mong túsund tons av viði til m.a. brenni, innbúgv og pappír. Sum íbúgvatalið í heiminum veksur, verður meiri skógur høgdur nú enn fyrr. Helst í [[Latínamerika]] verður nógvur frumskógur høgdur og brendur.
 


[[Pílur]], [[eik]], [[Bók (træ)|bók]] og mong onnur trø verða nevnd leyvtrø. Leyvtrø eru eyðkend á bløðunum, hvussu tey eru vaksin, og hvussu tey standa á greinunum. Tey hava nógv breiðari bløð enn nálatrø. Um okkara leiðir missa leyvtrøini bløðini um heystið, men syðri eru mong trø grøn alt árið. [[Baraldur]], grann, [[lerkur]] og fura eru nálatrø. Nálatrø eru eyðkend á sínum sermerktu nálum; tey hava nálavaksin bløð. Fræini sita í konglum, ið eru trækendir og harðir. Nálatrø missa ikki nálirnar um veturin. Lerkatræið er tó undantak, tað missir nálirnar um heystið. Øll trø spretta úr lítlum fræ. Í hvørjum fræ eru føðsla og ílegur til nýggja træið. Fræið tekur at spíra, tá ið hiti og væta í jørðini eru passalig. Telja vit viðingarnar, vita vit, hvussu gamalt træið er.