Munurin millum rættingarnar hjá "Vágar"

Content deleted Content added
No edit summary
Súmbolið m fyri metur/metrar skal IKKI hava styttingarpunktum.
Linja 4:
| vídd = 175,4
| vatn = 2,7
| íbúgvar = 3. 042
| íbúgvar_ár = [[2013]]
| íbúgvar_km2 = 17
Linja 11:
}}
 
'''Vágar''' er oyggj í [[Føroyar|Føroyum]] millum [[Mykines]] og [[Streymoy]]. Vágar er við sínum umleið 178km178 km<sup>2</sup> triðstørsta oyggj í Føroyum, og her búgva umleið 3 túsund fólk. Vágar hevur vegasamband við meginøkið gjøgnum [[Vágatunnilin|Vágatunnlinum]], sum var fyrsti undirsjóartunnil í Føroyum. Sambandið út í heim er eisini úr Vágum, har einasti [[Vága Floghavn|flogvøllur]] í Føroyum liggur.
 
Vágar eru eyðkendar við stóru vøtnunum [[Leitisvatn]]i/[[Sørvágsvatn]]i og [[Fjallavatn]]i umframt smærri vøtnum, har væl liggur fyri at fiska. Hetta er størsta óbygda øki í Vágum. Øll strondin norðanfyri, frá [[Gásadalur|Gásadali]] í vestri til [[Sandavágur|Sandavágs]] í eystri, liggur sum ein stór nátturupark og gevur ríkar møguleikar fyri upplivingum. Størsti hólmarnir í landinum liggja vestanfyri, [[Tindhólmur]] og [[Mykineshólmur]]. Gistingartilboð í oynni eru Hotel, Vallaraheim, camping, Ból og Biti og summarhús, møguleiki er at eta á matstovu og kaféteria. Serstakt fyri Vágar er einasti [[Vága Floghavn|flogvøllur]] í landinum. Hóast oyggin ikki hevur nógv smá vøtn, so eru tey tvey størstu vøtnini, [[Fjallavatn]] og Sørvágs[[Leitisvatn|vatn]] her. Í 2003 fekk oyggin fast samband um undirsjóvartunnil til [[Streymoy]]nna.
Linja 17:
== Landafrøði ==
 
Norðasti landoddi er [[Slættanes]], sunnasti [[Trælanípa]]. Móti landsynningi er Stakkurin og móti útnyrðingi Barðið. Uppi yvir Stakkinum stendur Trøllkonufingur. Vágar eru vøkur oyggj, her kunnu vit síggja stillar firðir, breiðar dalar, fuglaberg, høg fjøll, stór vøtn og stórar slættar. Langvegin gjøgnum oynna gongur ein breiður dalur, sum eitur Klovin, og í honum eru tvey størstu vøtn í Føroyum, [[Sørvágsvatn]], studum kallað ''Leitisvatn'', og [[Fjallavatn]]. Úr Sørvágsvatni fellur [[Bøsdalafossur]]. Fjøllini eru breið omaná og ikki brøtt uttan tey í útnyrðingshorninum. Tey høgstuhægstu eru Árnafjall (722 m.), Eysturtindur (715 m.) og Malinstindur (683 m.). Brøtt berg eru um allar síður á oynni fram móti [[Vestmanna]]sundi. Størstu áir eru Sjatlá og Repsá. Vestur úr sunnara armi á [[Sørvágur|Sørvágslendinum]] eru hólmarnir [[Tindhólmur]] og [[Gáshólmur]]. Millum Vágalandið og Tindhólm standa tveir sjáldsama vakrir drangar. Gáshólmssund millum Tindhólm og Gáshólm og Stórasund millum Tindhólm og drangarnar eru ikki farbar uttanfyri kunnigar menn í góðum veðri. Innanfyri drangarnar er Drangasund.
 
=== Bygdir ===