Munurin millum rættingarnar hjá "Kalsoy"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 11:
}}
 
'''Kalsoy''' er long og smøl oyggj, sum eisini er tann vestasta av teimum seks [[Norðuroyggjar|Norðuroyggjum]]. Til víddar er hon 31 ferkilometrar, og vegasamband og fýra tunlar gera tað koyrandi millum allar bygdirnar. Hon hevur 4 smáar bygdir, sum eru bundnar saman við vegum og 4 tunnlumtunlum. Best kenda søgnin úr Kalsoynni, er søgnin um [[Kópakonan|Kópakonuna]] í [[Mikladalur|Mikladali]]. Í Kalsoy er bert ein kommuna, sum er [[Húsa kommuna|Húsa kommunu]], ið fevnir um bygdirnar [[Húsar]] og [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradal]]. Áður var eisini [[Mikladalur|Mikladals kommuna]], sum fevndi um bygdirnar [[Mikladalur|Mikladal]] og [[Trøllanes]], men hesar bygdir eru nú partar av Klaksvíkar kommunu. Í teimum fýra bygdunum búgva tilsamans 95 fólk, harav búgva 62 fólk í [[Húsa kommuna|Húsa kommunu]], 48 á [[Húsar|Húsum]] og 14 á [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradali]], 53 fólk búgva í [[Mikladalur|Mikladali]] og 24 á [[Trøllanes|Trøllanesi]].
 
Kallsoyggin er ein smøl norð- suðurgangandi fjallarøð og ikki javnt høg. Norðantil, serliga vestursíðan, er høgt berg, men longur suðuri lækkar bergið og verður til brattar líðir og skorar, undirhagin er lítil á verstursíðuni. Eystursíðan er meira grøn og ikki so brøtt. Á oynni eru í alt 11 dalar. Oyggin verður meira høglig longur suður ein kemur. [[Nestindar]] (788 m.) eru hægsta fjall á Kalsoynni. Næsthægsta fjallið er [[Botnstindur]], sum er 743 m. høgt.
Linja 23:
Kalsoy er eitt landbúnaðarøki; tey flestu ársverkini eru í [[Landbúnaður|landbúnaðinum]], harnæst kemur arbeiðið á Smoltstøðini í [[Knúksdali]]. Onnur ársverk eru fraktkoyring, busskoyring og læraravstarvið. Parttíðarstørv eru í landbúnaðinum, hjá landsverkfrøðinginum, í handlinum, postútbering, heimahjálp, ein smiður, lastbilakoyring og nakrir eru sjómenn. Nøkur hava sítt dagliga yrki í [[Klaksvík]] og aðrastaðnis, onkur av hesum ferðast til arbeiðis og aftur, hvønn dag. Ferðavinnan er við at fáa fótin fastan, og virksemi hjá Sp/f Viljanum fevnur um [[Matur|mat]] og túrar í oynni. Smiðjan hjá Mikkjal á Trøllanesi er eisini eitt handverk- og ferðavinnutiltak, umframt onnur ferðavinnutiltøk sum eru ávegis. Síðani tunlarnir komu á oynni og lunnar vóru lagdir fyri góðum ferðasambandi, er virksemi økt.
 
Nógv [[Seyður|seyðahald]] er í oynni, og í [[Mikladalur|Mikladals kommunu]] er eisini nógv neytahald. Har eru eini 40-50 neyt, av hesum eru 25 mjólkineyt, sum øll eru á [[Trøllanes]]i. Annars eru kalsoyingar til skipsfiskiskap, nakrir arbeiða í Klaksvík, og seinastu árini hevur eisini verið arbeitt við at sambinda allar bygdirnar í oynni við vegum og tunnlumtunlum. Tað eru fýra tunnlartunlar í oynni, sum samanlagt hava eina longd uppá 5.500 metrar. Ein smoltstøð er í Knúksdali millum [[Húsar]] og [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradal]], og har arbeiða 5 til 10 fólk. Støðin framleiðir 1,7 millión smolt um árið.
 
== Kend fólk ==