Munurin millum rættingarnar hjá "Saksun"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 32:
|}
[[File:Saksun.Streymoy.fo.1.jpg|thumb|250px|Dúvugarðar]]
'''Saksun''' er ein gomul bygd á norðursíðuni á [[Streymoy]]nni. Landslagið við bygdina er sermerkt. Gamli garðurin [[Dúvugarður]] er framvegis virkin, men gomlu íbúðarhúsini eru ídagí dag friðaði og standa sum eitt minni um farnar øldir. Millum Saksun og [[Vestmanna]] stendur millum annað [[Koppenni]] ið er hægsta fjall á Streymoynni. Við báti slepst inn á víkina uttan fyri bygdina Saksun. Ein smalur ósi rennur millum havið og [[Pollin (Saksun)|Pollin]], sum annars er avskorin frá havinum av sandgrynnum. Bert heilt smáir og lættir bátar sleppa inn á Pollin og bert á flóð. Úr Saksun gongur vegurin oman gjøgnum [[Saksunardalur|Saksunardal]], har gróðurin er nógvur. Í bygdini Saksun eru fleiri garðar, sum hava staðið í øldir.
 
Í Saksun er ikki bara vakurt á hásumri, tá mong ferðafólk vitja.