Munurin millum rættingarnar hjá "Klassiskar gudalærur"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
Stavivilla rættað: "lat" er boðsháttur av "at lata", tátíð eitur "læt".
Benadikt (kjak | íkøst)
Stavivilla rættað
Linja 72:
Tvær sagnir eru um Latinos. Í aðrari greiðist frá, at tá Eineias kom til Italia, gav Latinos honum nógv jørð frá sær, og dóttur sína, Laviniu, til konu. Men av tí, at troyar stjólu seyð frá grannum Latinosar, noyddist hann at fara upp í part við teimum og Turnosi, rutulakongi, ímóti Eineiasi og troyum. At enda vórðu bæði Latinos og Turnos dripnir. Troyar tóku Lavrolavinium, høvuðsstaðin hjá aboriginum, og Eineiast ráddi í honum. Seinni sameindust troyar og latínar og nevndu land sítt Latium eftir Latinosi.
Onnur søgnin um Latinos greiðir frá, at Eineias kom á strondina við Latium og fór beinanvegin undir at byggja ein bý. Latinos kom við herliði sínum at forða hesum. Náttina fyri stríðið skuldi verða, droymdi Latinos ein latiumskan gud, ið segði honum, at tað fór at verða til fyrimunar, um hann fekk sameint báðar partarnar. Eineias droymdi eisini sínar gudar, ið bóðu hann royna at sameina partarnar. Morgunin eftir varð semja fingin. Troyar fingu jørð frá aboriginum, og aboriginar fingu hjálp frá troyum ímóti rutulum. Eineias giftist Laviniu og nevndi bý sín Lavinium. Men hetta dámdi Turnosi einki, ið var etruski og skyldur við Amatu, konu Latinos. Latinos og Turnos doyðu í hesum kríggi, og Eineias gjørdist tí kongur aborigina, ið síðani nevndu seg latínar.
Virgilius nýtir báðar sagnir í Eineiuni. Hin sera gamli Latinos tók væl ímóti Eineiasi, ið gjørdi eftir spádóminum og gav tí fremmanda dóttur sína Laviniu. Men áðrenn tey giftust, drap Askanios, sonur Eineias, eitt dádjór. Hirðarnir har umleiðis ilskaðust og lupu á troyar. Amata, ið heldur vildi hava dóttir sína at giftast Turnosi, eggjaði Latinosi at herja á troyar; Turnos eggjaði honum eisini sjálvur. Men hetta vildi Latinos ikki hoyra talan um og rýmdi inn í palass sítt. Hera kom uppí og latlæt dyrnar inn í Janusar tempul (ið einans vóru aftur í friðartíðum) upp á víðan vegg, og Turnos stevndi fólkinum saman til kríggj. Kríggj varð, Lavinia varð gift Turnosi, og Latinos helt seg uttan fyri kríggið og royndi bert at fáa vápnahvíld, so latínar fingu jarðað síni deyðu, og royndi at tosa Turnos frá, at bjóða Eineiasi av í einvíggi. Eftir at Turnos var deyður, fekk Latinos frið í.
Ein søgn sigur, at Turnos ikki doyði, men at Amata helt, at hann var deyður og gjørdi sjálvmorð, og at Latinos tá gav Eineiasi dóttur sína, Eineias bygdi býin og nevndi hann Lavinium eftir gentuni.
Livy sigur tó, at tá Amata og Turnos vildu hava Latinos at geva Turnosi Laviniu, fór Latinos upp í part við Eineiasi og troyum og stríddust móti Turnosi, sum drap hann, men sum sjálvur doyði fyri Eineiasi.