Munurin millum rættingarnar hjá "Klassiskar gudalærur"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
Stavivilla rættað: "lat" er boðsháttur av "at lata", tátíð eitur "læt".
Linja 51:
 
=== Helenos ===
'''Helenos''' Sonur Priamos og Hekubu, og tvíburður [[Kassandra|Kassandru]]. Tey fingu spádómsgávuna samstundis: tað var tá tey svóvu í templi Apollons og slangur numu tey um oyru og munn við tungum sínum (sí eisini Kassandru). Apollon var góður við Helenos og gav honum ein fílabeinsboga, og við honum særdi hann Akillevs í hondina. Helenos spáddi [[Paris (gudalæra)|Paris]]i allan sorgarleikin, ið fór at verða, um hann fór ferð sína til Grikkaland at ræna Helenu. Í krígnum við Troya stríddist Helenos undir liðini á Hektori; tá Hektor var deyður, ráddi Helenos stríðandi troyunum. Menilaos særdi hann. Eftir at Paris var deyður, hamskiftist Helenos. Priamos noktaði honum Helenu og gav Deifoposi hana. Helenos tók seg aftur og fór niðan á Iðafjall. Grikski síggjarin Kalkas (1) hevði kunngjørt, at einans Helenos dugdi at avdúka, hvussu Troya kundi verða tikin. Odyssevs fangaði Helenos og noyddi hann at avdúka tríggjar treytir: sonur Akillevs, Neoptolumos, má stríðast við grikkum, grikkar mugu hava beinagrind Pelopsar um hendur, og teir mugu stjala palladiumið, ið er avmynd av Pallas Atenu, frá troyum. Tað sigst, at Helenos eisini segði, at Filoktetis mátti koma aftur til grikkar og hava bogan og ørvarnar hjá Heraklevsi við sær. Eisini sigst, at Helenos ráddi grikkum til at nýta trærossið. Fyri hesi ráð og aðrar tænastur, varð Helenos leysgivin, eftir at Troya var fallin. Ein onnur søgn sigur tó, at Helenos latlæt seg fanga, tí hann var illur við troyar, av tí at teir høvdu givið Deifoposi Helenu, og ikki sær; ella at hann bara fór úr Troya og til Grikkalands, setti búgv í Epiros og fekk molossar at velja seg til valdsharra.
Eftir kríggið fóru Helenos, Hekuba, Andromakka og Kassandra burtur í annað land at búsetast. Tað sigst, at Hekuba har varð gandað til eina tík, og at hon doyði. Helenos legði hana í 'tíkagrøvina'. Ein onnur søgn heldur uppá, at hann og Andromakka vórðu givin Neoptolumosi sum krígsrán.
Helenos spáddi Neoptolumosi, at hann skuldi fara heim landvegis, og soleiðis slapp Neoptolumos undan vreiði Pallasar og Posidonar og at sjólátast við meginpartinum av grikska herflotanum. Tá Orestis drap Neoptolumos, giftist Helenos einkjuni eftir hann, Andromakku. Tey fingu ein son, Sestrinos. Eisini sigst, at Neoptolumos gav Helenosi Andromakku.