Munurin millum rættingarnar hjá "Sagrada Família"

Stavivilla rættað: "lat" er boðsháttur av "at lata", tátíð eitur "læt".
s (Removing Link FA template (handled by wikidata))
(Stavivilla rættað: "lat" er boðsháttur av "at lata", tátíð eitur "læt".)
'''Sagrada Família''' er [[kirkja]] í [[Barcelona]] í [[Katelónia]], [[Spania]]. [[Kirkja]]n í [[Barcelona]] er millum heimsins kendastu [[Kirkja|kirkjur]], hetta hóast hon ikki er liðug enn. Hon hevur verið í gerð í 125 ár. Kendi [[Spania|spanski]] arkitekturin, [[Antoni Gaudí]] ([[25. juni]] [[1852]] – [[10. juni]] [[1926]]), teknaði [[Kirkja|kirkjuna]], og byggingin byrjaði í [[1883]]. [[Antoni Gaudí|Gaudí]] doyði í [[1926]], og fleiri av fremstu innan [[Spania|sponsku]] mentanarelituna halda, at byggingin skuldi verið steðgað longu tá. Seinastu metingarnar siga, at [[kirkja]]n kann verða liðug í [[2030]].
 
Ein bólkur við 400 limum úr [[Spania|sponsku]] mentanarelituni krevur nú, at steðgast skal beinanvegin, tí nógvar broytingar eru framdar, sum sambært teimum ikki eru í tráð við andan hjá [[Antoni Gaudí|Gaudí]]. [[Antoni Gaudí]] tók ætlanir sínar við í grøvina, tá hann í [[1926]] varð yvirkoyrdur av einum sporvogni og latlæt lív 74 ára gamal. Síðan hava aðrir arkitektar strevast við at fullføra verkið, men hetta hevur ikki verið lætt, tí [[Antoni Gaudí|Gaudí]] broytti fleiri ferðir ætlanir sínar. Eisini oyðiløgdu [[Anarkisma|anarkistarnir]] tekningar undir borgarakrígnum í [[1930-árini|30-unum]], so arkitektar nú arbeiða við endurskapanum av uppruna tekningunum.
 
== Útvortis ávísing ==
2.786

rættingar