Munurin millum rættingarnar hjá "Miðøldin"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 115 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q12554 (translate me)
Rættaði "svarideyði" til "svartideyði"
Linja 2:
'''Miðøldin''' er eitt tíðarskeið í [[Evropa|evropeiskari]] søgu. Flestu søgufrøðingar eru samdir um at miðøldin byrjar í ár [[476]] og endar í ár [[1453]]. Í miðøld vóru stórar fólkaflytingar, [[kristindómur]]in varð borin um alt [[Evropa]], og [[kirkja]]n fekk ovurstórt vald.
 
Leingi varð hildið, at miðøld var myrkt og óhugnaligt tíðarskeið - nógv og harðlig kríggj, krossferðir og [[Sóttin svarta|svarideyðisvartideyði]], tí ið um triðingurin av fólkinum doyði. Tá fór nógv vitan fyri skeyti, og hildið verður, at vit í [[Føroyar|Føroyum]] tí vita so lítið um tíðina fyri [[14. øld]]. Men í miðøld blómaðu eisini list og mentan. Tá vóru nógvu og stórfingu kirkjurnar bygdar. Framburður var eisini í handli, sjóvinnu og handverki. Tey lærdu at prenta bøkur, og m.a. vórðu kumpassin og mekaniska urið tikin í brúk. Bókmentir vóru skrivaðar, og nógv kvæði eru yrkt í hesari tíð. Miðøld endaði í [[15. øld]], tá ið [[Renessansan|endurburðartíðin]] fór um alt [[Evropa]].
 
Miðøld tekur við, tá ið [[Rómverjaríkið|Rómverjaríki]] fór til grundar um ár [[400]], og varir til trúbótina um ár [[1500]].