Munurin millum rættingarnar hjá "Summartíð"

28 bytes løgd afturat ,  12 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
(New page: '''Summartíð''' er, at klokkan summarhálvárið verður flutt ein tíma fram fyri at gagnnýta dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram er seinni ljóst um morgunin ...)
 
s
'''Summartíð''' er, at [[klokka]]n summarhálvárið verður flutt ein tíma fram fyri at gagnnýta dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram, er seinni ljóst um morgunin og longri ljóst um kvøldið. Dagslýsið verður tá meira í samsvari við vanligu dagsrútmuna hjá fólki.
 
[[Benjamin Franklin]] skeyt av fyrstan tíð - og hálva vegna í skemti - upp at flyta klokkuna. Tað var gjørt í greinini "An Economical Project" í [[1784]]. Summartíð var fyrstu ferð brúkt í [[Eysturríki]] og týsklandi[[Týskland]]i undir [[fyrri heimsbardagi|fyrra heimsbardaga]] - [[30. apríl]] [[1916]] - fyri at spara olju, meðan kríggj var. Fleiri evropeisk lond, teirra millum [[Danmark]], fóru yvir til summartíð [[21. maj]] sama árið.
 
Summartíð hevur verið í gildi í Danmark í fleiri umførum. Fyrst í 1916, síðani aftur í [[1940]] - [[1948]]. Summartíð, sum vit kenna hana í dag, hevur verið í gildi í Danmar síðani [[1980]] og í [[Føroyar|Føroyum]] umleið somu tíð. Fyrstu árini var flutt til summartíð seinast í [[apríl]] og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í [[september]]. Síðani [[1996]] hava vit flutt til summartíð samstundis sum [[ES]]-londini, frá seinasta sunnudegi í [[mars]] til seinasta sunnudag í [[oktober]].
995

rættingar