Munurin millum rættingarnar hjá "Summartíð"

Content deleted Content added
Óli (kjak | íkøst)
New page: '''Summartíð''' er, at klokkan summarhálvárið verður flutt ein tíma fram fyri at gagnnýta dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram er seinni ljóst um morgunin ...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 25. mar 2007 kl. 15:16

Summartíð er, at klokkan summarhálvárið verður flutt ein tíma fram fyri at gagnnýta dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram er seinni ljóst um morgunin og longri ljóst um kvøldið. Dagslýsið verður tá meira í samsvari við vanligu dagsrútmuna hjá fólki.

Benjamin Franklin skeyt av fyrstan tíð - og hálva vegna í skemti - upp at flyta klokkuna. Tað var gjørt í greinini "An Economical Project" í 1784. Summartíð var fyrstu ferð brúkt í Eysturríki og týsklandi undir fyrra heimsbardaga - 30. apríl 1916 - fyri at spara olju, meðan kríggj var. Fleiri evropeisk lond, teirra millum Danmark, fóru yvir til summartíð 21. maj sama árið.

Summartíð hevur verið í gildi í Danmark í fleiri umførum. Fyrst í 1916, síðani aftur í 1940 - 1948. Summartíð, sum vit kenna hana í dag, hevur verið í gildi í Danmar síðani 1980 og í Føroyum umleið somu tíð. Fyrstu árini var flutt til summartíð seinast í apríl og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í september. Síðani 1996 hava vit flutt til summartíð samstundis sum ES-londini, frá seinasta sunnudegi í mars til seinasta sunnudag í oktober.

Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta sunnudag í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta sunnudag í oktober verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00