Munurin millum rættingarnar hjá "Washington DC"

Content deleted Content added
Dexbot (kjak | íkøst)
s Removing Link FA template (handled by wikidata) - The interwiki article is not featured
Bazzy11 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 21:
|}
 
'''Washington, D.C.''' (alment '''District of Columbia'''), ofta eisini bara nevnt '''Washington''', er samveldishøvuðsstaður í [[USA|Sameindu Statunum]], og hevur umleið 632 000 íbúgvar. Hann varð bygdur til [[Høvuðsstaður|høvuðsstað]], eftir at landið varð sjálvstøðugt, og stendur beinleiðis undir felagsstjórnini. Hann er vakur býur við prýðiligum bygningum og vakstrargørðum. Vegirnir eru breiðir og beinir. Borgin, sum [[Kongressin í USA|kongressin]] kemur saman í, eitur [[Capitol]]. Amerikanska kongressin hevur tvey kømur: [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatingið]] og [[Senatið í USA|Senatið]].
 
Washington DC varð grundaður [[16. juli]] [[1790]]. Býurin bleiv doyptur Washington [[9. september|9. septembur]] [[1791]] eftir [[George Washington]] forseta. Navnið hevur tveir partar: Washington (ein býur) og District of Columbia ella DC. Stjórnin í [[USA]] heldur til í Washington DC, har [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] og húski hansara búgva í [[Hvíta Húsið|Hvítu Húsunum]]. Her hava teir húsast t.d. [[George Washington]], [[Thomas Jefferson]], [[Abraham Lincoln]], [[Theodore Roosevelt]], [[John F. Kennedy]], [[Jimmy Carter]], [[Ronald Reagan]], [[Bill Clinton]], [[George W. Bush]] og [[Barack H. Obama]].
 
Í [[1790]]-[[1791]] samtykti [[USA|amerikanska]] tingið lógirnar at fáa skipað ein [[Høvuðsstaður|høvuðsstað]] í øllum [[USA]]. Men tingið vildi sleppa undan ósemju millum londini um, hvar hann skuldi vera. So tá ið George Washington, [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]], hevði valt økið til [[Høvuðsstaður|høvuðsstaðin]], sum varð nevndur eftir honum, fekk býurin og lendið serstøðu í samveldinum; District of Columbia, stytt DC. District of Columbia er tí ikki eitt landstakríki í [[USA]].
 
Fólkið í Washington D.C. hevur valrætt til [[Umboðsmannatingið í USA|umboðsmannatingið]], men tingmenn teirra hava ikki atkvøðurætt. Høvuðsstaðurin er eitt samveldisøki, og tey ið búgva har hava - mótsett íbúgvunum í teimum 50 statunum – onki umboð við atkvøðurætti í Kongressuni. So tey stríðast fyri at fáa rættindi sum ein statur, uttan at hetta hevur eydnast higartil,
 
== Fólkið ==