Munurin millum rættingarnar hjá "Libanon"

Content deleted Content added
VerdunamMoa (kjak | íkøst)
No edit summary
Bazzy11 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Flag of Lebanon.svg|thumb|Libanesiska flaggið]]
[[Mynd:LocationLebanon.svg|thumb|Libanon á heimskortinum]]
'''Libanon''' ([[Arabiskt mál|arábiskt]]: لُبْنَان ''Lubnān''), alment: '''Republikkin Libanon''' ([[Arabiskt mál|arábiskt]]: اَلْجُمْهُورِيَّة اَللُّبْنَانِيَّة ''al-Jumhūrīyah al-Lubnānīyah''; [[Franskt mál|franskt]]: ''République libanaise''), er eitt [[Asia|Vesturasiatiskt]] land í [[Miðeystur|Miðeystri]] ið hevur mark til [[Sýria]], [[Ísrael]], og [[Miðjarðarhav|Miðalhavið]]. Meginparturin av fólkinum eru arábar, ið hoyra til mangar ymiskar trúarbólkar. Libanon var einaferð mentanar-, fíggjar- og handilsmiðdepilin í Miðeystri. Ósemja ímillum muslimskar og kristnar bólkar elvdi til blóðugt borgarakríggj. Stríðið, ið byrjaði í 1975, legði næstan alt landið í oyði. Friðaravtala varð fingin í lag í 1989, og síðan er vorðið friðarligari í landinum.
 
Borgarakríggið oyðilegði týdningarmiklu ferðavinnuna í Libanon. Nú verður roynt at fáa ferðafólk at koma aftur, bæði til baðistrendurnar og at síggja mongu søguligu staðirnar, m. a. býirnar Týros og Sidon (nú Sur og Saida). Fønikar bygdu býirnar fyri 3.000 árum síðan. Teir vórðu viðgitnir í rómverskari tíð fyri glasið og purpurlitin
 
Áðrenn býurin var skotin í smildur í borgarakrígnum, var Beirut kendur og lívligur heimsbýur, gitin undir navninum "Eysturlendski París", hann var eisini týdningarmesti havnabýur og fíggjarmiðdepil har um leiðir. Nú liggur bæði býurin og búskapurin í býnum í skeljum; men myndugleikarnir hava sett í verk stórsligna ætlan um at byggja býin upp aftur sum fíggjardepil.
 
Libanska fólkið er sum eitt putli spæl av átrúnaðarligum muslimskum og kristnum bólkum, ið aftur eru býttir í mangar trúarflokkar. Størsti kristni bólkurin eru maronittar, ið hava nógv felags við katólsku kirkjuna, aðrir eru griksk-ortodoksa og griksk-katólska kirkjan. Muslimarnir eru sunni- ella sjiamuslimar.
 
Trúgv drusanna er sprottin av islam og kristindóminum, men verður nú roknað sum sjálvstøðugur átrúnaður. Um 200.000 drusar búgva í Libanon, teir flestu í fjallalendinum fyri sunnan. Teir hava mangar siðir, ið hava til endamáls at verja drusiska samfelagið. Tað er ógjørligt at gerast drusi, ert tú ikki føddur drusi. Eingin drusi kann avnokta sína drusisku trúgv og taka við aðrari trúgv, og drusar hava ikki loyvi at giftast við øðrum enn drusum.
 
Setristræið er tjóðarmerki Libanons og stendur í libanska flagginum. Træið er umrøtt fleiri ferðir í Bíbliuni, og á teimum døgum vóru stórir setrisskógir í líðunum í Libanon. Men nú eru teir næstan høgdir niður; bara nakrar fáar friðaðar lundir eru eftir. Nøkur trø har eru eldri enn 1.500 ár.
 
Tjóðarrætturin í Libanon er kibbe, gjørdur av lambskjøti, knústari hveiti og leyki, ið verða sligin upp sum knetti og steikt í ovni ella kókað í olju. Søtur bakstur, sum bollar fyltir við nøtum og dadlum og roðaðir í hunangi, er eisini væl dámdur matur.
 
Borgarakríggj var í Libanon í tíðarskeiðnum 1975 - 2000. 14. februar 2005 bleiv fyrrverandi libanesiski forsetin [[Rafik al-Hariri]] dripin í einari bumbuatsókn í [[Beirut]], 14 onnur lótu eisini lív.