Munurin millum rættingarnar hjá "Jordan"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Bazzy11 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:LocationJordan.svg|thumb|right|250px|Jordan liggur eystan fyri Ísrael.]]
'''Jordan''' ([[Arabiskt mál|arábiskt]] الأردنّ ''al-ʾUrdunn''), alment '''Hashemitiska Kongsríkið Jordan''' er eitt kongsríki í [[Miðeystur|Miðeystri]] ið hevur mark til [[Sýria]], [[Irak]], [[Saudiarábia]], [[Ísrael]] og [[Vestari Áarbakki|Vestara Áarbakka]]. Eldri heiti fyri hetta økið er Trans-Jordania. Í eldri døgum (m.a. av summum krossfarum), vóru heitini Cis-Jordania (''heiman [[Jordaná]]'') og Trans-Jordania (''handan [[Jordaná]]'') nýtt um núverandi [[Ísrael]]/[[Palestina]] og Jordan. Málið er arábiskt, og tað búgva uml. seks mió í landinum. Meginparturin av Jordan er [[oyðimørk]].
 
Jordan er ytst í útnyðringspartinum á arabisku hálvoynni. Jordan hevur ógvuliga lítið strandarøki, og einasti havnabýur er Al'Aqabah innast í Akabafirði. Í eystara parti í landinum er mest oyðimørk. Flestu jordanar eru muslimar og tala arabiskt. Jordan er ikki gamalt ríki - varð stovnað í 1946; men nakrir av fyrstu býum í heiminum vórðu bygdir her. Jordan, við Hussein kongi (1935-1999) á odda, átt týðandi leiklut í friðarsamráðingunum ímillum Ísrael og PLO og arabisku grannalond Ísraels.
 
Stórt vatntrot er í Miðeystri. Eftirlitið við Jordaná, ið er mark ímillum Jordan og Ísrael, er vorðið týðandi mál í friðarsamráðingunum ímillum tey bæði londini. Jordan, sum er rættiliga fátækt land, má fáa nógv vatn úr ánni, so at teir kunnu veita meiri vatn á búnaðarlendi og sostatt útvega sær meiri mat.
 
Stórur fólkavøkstur er í Jordan, har tað eru næstan líka mong palestinsk flóttafólk sum jordanar. Eitt av mest átrokandi málunum hjá stjórnini er tí at útvega hús og arbeiði og at menna skúlaverkið og heilsuverkið, tí at fólkið fjølgast so ógvuliga skjótt.
 
Tá ið Ísrael varð sett á stovn í 1948, vórðu tíggjutúsundtals palestinar noyddir at flyta úr landi sínum og gjørdust flóttafólk í Jordan og øðrum arabiskum londum. Nú, gott og væl 60 ár seinni, eru teir har enn. Bara í Jordan eru 1,8 milliónir palestinsk flóttafólk. Mangir palestinar eru føddir og vaksnir upp í flóttalegum, eitt nú tætt við høvuðsstað Jordans - Amman.
 
 
Petra er kendasti fornaldarbýur í Jordan. Nabatar høgdu í 4. øld f. Kr. henda stórsligna, tigulsteinsreyða býin inn í oyðimarkarklettin. Ímillum hesar ótrúligu byggingarnar eru kongliga klettagrøvin og Khazneh (skattkamarið). Fyri at sleppa inn í býin, mást tú ríða ígjøgnum eina tronga gjógv, ið er 500 metrar long.
 
Akabafjørður er langur fjørður norðast í Reyðahavi ímillum Saudiarabia og Sinai. Hann er 160 km langur og 27 km breiður, har hann er breiðastur. Innast í firðinum er einasti havnabýur í Jordan, Al'Aqabah; og har er einasta strandaøki, Jordan eigur. Al'Aqabah er væl umtóktur ferðamannastaður.
 
{{Asia}}