Munurin millum rættingarnar hjá "George Harrison"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 7:
== George Harrison sangir við The Beatles ==
 
Tað fall ikki George Harrison líka lætt at skriva sangir sum hjá [[John Lennon]] og [[Paul McCartney]]. Í samband við upptøkurnar hjá [[The Beatles|Beatlunum]] saman við [[Tony Sheridan]] á sumri [[1961]], varð tó innspældur eitt instrumentalinstrumentalt lag spælt inn, ið George hevði skrivað samaan við [[John Lennon|John]] - "Cry For A Shadow". Lagið var ein parodi uppá [[Tónleikur|tónleikin]] hjá [[The Shadows]].
 
Men fyrstu árini [[The Beatles|Beatlarnir]] vóru virknir sang George løg hjá øðrum so sum [[Chains]] og "Do You Want To Know A Secret" (av [[Please Please Me]]); "Roll Over Beethoven" og "Devil In Her Heart" (av [[With The Beatles]]); "I'm Happy Just To Dance With You" (av [[A Hard Day's Night]]) og "Everybody's Trying To Be My Baby" (av [[Beatles For Sale]]). Serliga [[John Lennon]] royndi at hjálpa George við sangum - "Do You Want To Know A Secret" og "I'm Happy Just To Dance With You" eru báðir skrivaðir beinleiðis til George Harrison at syngja, og í hesum høpi er tí eisini vert at nevna "You Really Got A Hold On Me" (av [[With The Beatles]]), ið teir báðir syngja saman.
Linja 13:
Fyrsti George Harrison sangurin, sum kom á eina [[The Beatles|Beatles]] plátu, var "Don't Bother Me", ið slapp á [[With The Beatles]] í [[1963]]. George skrivaði sangin, tá ið hann lá sjúkur nakrar dagar sum eina roynd at vita, um tað bar til hjá sær at skriva yvirhøvur. Á [[Help!]] plátuni frá [[1965]] átti George 2 sangir: "I Need You", sum eisini varð við í [[Filmur|filminum]], og "You Like Me Too Much", og á [[Rubber Soul]] átti "hin stilli" tveir sangir aftrat: "Think For Yourself" og "If I Needed Someone", ið gjørdist eitt stórt hitt hjá bólkinum [[The Hollies]].
 
Í [[1966]] komu einans út 16 nýggir [[The Beatles|Beatles]] sangir, og George átti tríggjar av teimum 14, ið komu á [[Revolver]] plátuna: "Taxman", ið hevði eitt riff, sum er vorðið kopierað av mongum bólkum síðani tá; "Love You To", ið var fyrsta ''[[India|indiska]]'' lagið hjá [[The Beatles]] og so rocksangurin "I Want To Tell You". Á [[Sgt Pepper's Lonely Hearts Club Band]], sum kom á sumri í [[1967]], átti George Harrison tann droymandi og filosofiska "Within You Without You", ið aftur var ''[[India|indiskur]]'' í arrangementinum. George Harrison læt eisini tveir sangir hetta árið til komandi teknifilmin [[Yellow Submarine]], ið tó ikki kom alment út fyrr enn tíðliga í [[1969]]. Sangirnir vóru "Only A Nothern Song" og "It's All Too Much". Harumframt latlæt hann eisini sangin "Blue Jay Way" til [[Filmur|filmin]] [[Magical Mystery Tour]], ið varð frumsýndur á [[BBC]] [[2. jóladag]] [[1967]].
 
Á vári í [[1968]] kom so fyrsti sangurin hjá George á eina [[The Beatles|Beatles]] singul. Tað var tann vakri og ''[[India|indiski]]'' "The Inner Light", sum slapp á B-síðuna á [[Lady Madonna]]. "The Inner Light" varð innspældur um sama mundi, sum upptøkurnar til [[Wonderwall Music]] filmsplátuna hjá George Harrison fóru fram. Á [[White Album]] átti George Harrison 4 sangir, og tann víðagitni "While My Guitar Gently Weeps" við [[Eric Clapton]] á gittara verður roknaður sum ein av heilt stóru rock-klassikarunum. Millum hinar sangirnar hjá George á plátuni er "Piggies", ið var ein av sangunum [[Charles Manson]] og hansara harkalið brúktu sum prógv fyri sínum dómadagsætlanum, tí tey sóu tað sum tekin um komandi rasu-kríggið, ið [[Charles Manson]] væntaði sær. Serliga [[Helter Skelter]] verður settur í samband við hesa skemdargerð hjá [[Charles Manson|Manson]]. "Long Long Long" og "Savoy Truffle" eru hinir báðir sangirnir hjá George á [[Hvítu Plátuni]].