Munurin millum rættingarnar hjá "Suðuroyar Sparikassi"

Content deleted Content added
Nornan2014 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Kirkjukórið Ljómur á Petursplássinum 21 juni 2012.JPG|200px|thumbnail|Petursplássið við Suðuroyar Sparikassa í Vági, tað latlæt upp 21. juni 2012. Standmyndin er av Petur Dahl, sum var við til at stovna Suðuroyar Sparikassa í 1943, hann var stjóri har 1944-1980. Kirkjukórið Ljómur syngur.]]
'''Suðuroyar Sparikassi''' er ein banki við høvuðssæti í [[Vágur|Vági]] í [[Suðuroy]]nni. Suðuroyar Sparikassi er minsti peningastovnur í Føroyum. Suðuroyar Sparikassi hevur í dag tvær deildir: 1 í [[Vágur|Vági]] (høvuðssæti) og 1 í [[Tórshavn]]. 17 ársverk vóru í sparikassanum í [[2011]]. Fíggjarjavnin hjá Suðuroyar Sparikassa var 700 mió. kr. við ársenda 2011, harav útlán vóru fyri 478 mió.kr. Søren L. Bruhn er stjóri í Suðuroyar Sparikassa.<ref>[http://ss.fo/myfiles/files/Arsfras%C3%B8gnir/%C3%81rsroknskapurin%202011.pdf Ársroknskapurin 2011 hjá Suðuroyar Sparikassa]</ref>
 
==Søgan==
Suðuroyar Sparikassi varð stovnaður [[20. mars]] [[1943]], og byrjaði hann virksemi sítt [[1. oktober]] [[1943]]. Oddamaðurin at stovna Suðuroyar Sparikassa var [[Petur Dahl á Gørðunum]]. Ætlanin var upprunaliga at fáa ein banka at opna eina deild í Vági, men hetta var av ongum, og tí var avgjørt at stovna ein sparikassa ístaðin. Fyrst stjórin var Peter Dahl (1911-1996)!, var stjóri frá byrjan til [[1980]].
 
Nógvu fyrstu árini var bara deild í Vági, men í [[1985]] var opnað deild í [[Porkeri]], í [[1998]] í [[Tórshavn]] og í [[2006]] á [[Tvøroyri]]. Deildirnar í Porkeri og Tvøroyri eru tó seinni latnar aftur, so at í dag eru bara deildir í Vági og Tórshavn.