Munurin millum rættingarnar hjá "Yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo"

Content deleted Content added
→‎Hendingin: dagføring
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Charlie-Hebdo-2015-11.JPG|200px|thumbnail|Løgregla, sjúkrabilar, blaðfólk og onnur síggjast her tætt við bygningin, har ið [[Charlie Hebdo]] heldur til, fáir tímar eftir álopið.]]
'''Yvirgangsálopið móti redaktiónini á franska tíðarritinum [[Charlie Hebdo]]''' fór fram á middegi hin [[7. januar]] [[2015]] í [[Paris]], tá ið tveir maskeraðir og vápnaðir menn tvingaðu eina kvinnu til at tasta kotuna ið latlæt úthurðina til bygningin upp, og so fóru teir inn í hølini hjá Charlie Hebdo, har teir skutu eftir teimum í vóru inni. 12 fólk doyðu og 11 vóru særd. Millum tey deyðu vóru fleiri av teknarunum á blaðnum og ábyrgdarhavandi blaðstjórin. Tveir løgreglumenn vóru eisini millum tey myrðu, annar var lívverji hjá Carb (ábygdarblaðsjóranum), meðan hin av tilvild var uttanfyri bygningin, hesin varð avrættaður við einum skoti í høvdið, meðan hann lá særdur á vegnum. Teir báðir yvirgangsmenninir sluppu til rýmingar, og franska løgreglan jagstraði teir í tvey døgn, til teir vóru funnir og umringaðir í einum bygningi í franska býnum [[Dammartin-en-Goële]], har ið teir høvdu tikið eina kvinnu sum gíðsul. Blaðið Charlie Hebdo er kent fyri at printa satiriskar tekningar av átrúnaðarligum fyrimyndum, eitt nú av profetinum hjá muslimum, [[Mohammed]]. Teir báðir ið eru undir illgruna eru víðgongdir muslimar, føddir og uppvaksnir í Fraklandi, við foreldrum ið fluttu til Fraklands úr Algeria.
 
== Hendingin ==