Munurin millum rættingarnar hjá "Skálavík"

Content deleted Content added
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 14:
Skálavík er eisini gomul kirkjubygd, og [[Kirkja|kirkjurnar]] hava frá fyrstu tíð av staðið niðri á [[Møl]]. Skálavík er eisini [[Søga|søgurík]] bygd, og sagnirnar eru eisini fleiri. Best kend er søgnin um [[Ungajógvanssynir]]. Teir vóru bóndasynir í [[Dalsgarður|Dalsgarði]], livdu í [[17. øld]] og eru eins og [[Kálvur]] lítli á [[Sandur|Sandi]] kendir sum yvirgangskroppar. So er eisini søgnin um [[Jákup Jóansson]], sum var løgmanssonur og festi [[Dalsgarð]]. Í [[1934]] var dansistova bygd á [[Keldan|Keldu]], og í [[1972]] varð ungmannafelagið [[Keldan]] stovnað. Felagið keypti gomlu dansistovuna, reiv hana niður og bygdi nýtt felagshús.
 
Reiðarin [[Eiler Jacobsen]] (1930-2010) var skálvíkingur. Eina tíð áðrenn hann andaðist, avgjørdi hann at lata byggja ein frítíðardepil í heimbygdini. Hann náddi ikki at síggja frítíðardepilin lidnan. [[Depilin í Skálavík]], Skeiðs- og frítíðardepilin Immanuel, latlæt upp í mai 2011. Navnið Immanuel er uppkallað eftir skipinum, ið pápi Eiler gekk burtur við í 1932. Bygningurin liggur omanfyri bygdina og er bæði gistingarhús og matstova, umframt at har eru fleiri fundarhøli, spælirúm til børnini, heitan pott og annað. Tætt við depilin er ein minnisvarði reistur til minnis um Eiler Jacobsen. Á einari minnisplátu stendur navn hansara og føðingar og deyðsárið (1930 og 2010), og so stendur hesin teksturin: ''Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur aldri at heysta.''<ref>[http://www.panoramio.com/photo/75317669 Panoramio.com, Detail from the monument in Skálavík in memory of shipowner Eiler Jacobsen (1930-2010)]</ref>
Í 2012/13 vóru fleiri kømur bygt afturat. Ætlanin er eisini at gera kampingpláss og golfvøll.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/skalavik Aktuelt.fo] Nógv virksemi í deplinum í Skálavík</ref>