Munurin millum rættingarnar hjá "Jól"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 25:
* '''Jólagávur''': Jólagávur, sum vit kenna í dag, er ein av teimum nýggju skikkunum. Tað var meir kent hjá kongafólki og øðrum høvdingum. Ikki fyrr en um 1900 fingu børn kerti og kanska fingu øll í familjunni kerti. Eitt annað slag av gávum var soleiðis at teir, sum høvdu nogv av [[Matur|mati]], góvu fátækum nábúgvum eitt sindur av mati. Hesin siður er sera gamal og [[Kirkja|kirkjan]] hevur hildið fram við hesum. Um 1930 komu fleiri handlar, og fólk byrjaði at geva jólagávur, líka sum vit gera í dag.
 
* '''Jólaveitsla''': Í nógvum bygdum í Føroyum vera jólaveitslur ella "jólafestir" hildnar millum jól og nýggjár. Oftast standa samkomur ella bygdafeløg fyri jólaveitsluni har øll bygdin er boðin við. Har verður sungið, dansað um træið, søgur lisnar, talur hildnar o.s.fr. Vanligt er at børn fáa jólapakka á veitsluni og ikki so sjálvdansjáldan kemur jólamaðurin sjálvur við pakkunum.
 
* '''Jólasangir''':