Munurin millum rættingarnar hjá "Jól"

Content deleted Content added
Dexbot (kjak | íkøst)
s Removing Link FA template (handled by wikidata) - The interwiki article is not featured
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 21:
* '''Jólatræ''': Siðurin at hava jólatræ er kendur úr [[Týskland]]i í umleið 1600 og í [[Danmark]] tíðliga í [[19. øld]]. Seint í [[19. øld]] hevði siðurin at hava jólatræ fingið fótafesti í øllum samfelagsløgum í [[Danmark]]. Í nógvum familjum verður gingið um træi á jólum, kanska serliga saman við børnunum. Fólk ganga hond í hond og syngja jólasangir, sum oftast snúgva seg um jesusbarnið ella jólamenn. Gingið verður eisni um træi í barnagørðum, skúlum, samkomum og á jólaveitslum. Siðurin at hava jólatræ tók seg upp í [[Føroyum]] um aldarskiftið 1800-1900 ella fyri stívliga hundrað árum síðani. Fyrsta jólatræið stóð í prestagarðinum í Sandágerði. Sambært handilslýsingum í [[Dimmalætting]] frá desember 1912 – ella fyri júst hundrað árum síðani – kostaðu jólatrøini tá á døgum 35 oyru hvørt. Týski munkurin og gudfrøðingurin [[Martin Luther]], sum stóð á odda fyri trúbótini, sigst vera upphavsmaðurin til jólatræið. Sambært bókini "Julens traditioner" eftir danska rithøvundan [[Benno Blæsild]], var Martin Luther jólaaftan í 1536 á veg úr kirkjuni til prestagarð sín. Á veg gjøgnum ein lítla skóg sá hann stjørnurnar glampa mill um blaðleysu trækrúnurnar, og hetta minti hann um himmalska ljósið. Knappliga varð hann varugur við eitt lítið, grønt træ við gøtu jaðaran. Hann skræddi avgjørdur træið upp og tók tað við sær heim í prestagarðin, har hann setti tað á borðið í stovuni. Hann setti ljós á greinarnar og greiddi síðani børnum sínum frá um einglarnar og himmalska ljósið. Seint [[19. øld]] hevði siðurin at hava jólatræ fingið fótafesti í øll um samfelagsløgum í [[Kristindómur|kristna]] partinum av heiminum.
 
* '''Jólamaður''': Siðurin við jólamonnum er við útlendskari handilsmentan komin til [[Føroyar|Føroya]]. [[Jólamaðurin]] er nú altíð í reyðum klæðum og hevur hvítt skegg - og klædnabúnin er tann sami í øllum handilsdeplum og til øll vanlig jólatiltøk. [[Marius Johannesen]], sáli, latlæt tó jólamannin í sanginum "Eg eri jólamaðurin..." vera í [[Føroyar|føroyskum]] klæðum og búgva í heyggi eins og [[huldufólk]]ini: ''"Eg eri jólamaðurin við stórum gráum skeggi, í koti og svørtum knæbuksum, eg búgvi í hulduheyggi."'' Tað er tó útlendska myndin av jólamanninum, ið hevur sigrað. Hugmyndin um jólamannin stavar frá [[Santa Nikolaus frá Myra]] í [[Ásia|Lítlaásia]], sum umvegis [[Enskt mál|enskt]] verður til [[Santa Claus]]. [[Niklasarmessa]] er minningardagur fyri santa Nikolaus frá Myra.
 
* '''Jólagávur''': Jólagávur, sum vit kenna í dag, er ein av teimum nýggju skikkunum. Tað var meir kent hjá kongafólki og øðrum høvdingum. Ikki fyrr en um 1900 fingu børn kerti og kanska fingu øll í familjunni kerti. Eitt annað slag av gávum var soleiðis at teir, sum høvdu nogv av [[Matur|mati]], góvu fátækum nábúgvum eitt sindur av mati. Hesin siður er sera gamal og [[Kirkja|kirkjan]] hevur hildið fram við hesum. Um 1930 komu fleiri handlar, og fólk byrjaði at geva jólagávur, líka sum vit gera í dag.