Munurin millum rættingarnar hjá "Hov"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 13:
 
== Vegir og gøtur í bygdini og Hovstunnilin ==
[[Hovstunnilin]] eitur tunnilin millum [[Øravík]] og Hov í [[Suðuroy]]. Tunnilin varð alment tikin í nýtslu leygardagin 20. oktober 2007.<ref>[http://landsverk.fo/dokumentir/9531_Hovstunnilin%20letur%20upp_254x173.pdf Landsverk.fo, Hovstunnilin letur upp, Skráin fyri dagin]</ref> Hovstunnilin er 2.435 metrar langur og er 10 metrar breiður og hevur kostað 150 milliónir at gera. Áðrenn tunnilin kom var einans koyrandi eftir [[Vegurin um Hovsegg|gamla vegnum um Hovsegg]], sum latlæt upp 1. oktober 1958.<ref>[http://heima.olivant.fo/~johntor/jtp/wwwsidur/forsida.html Privat heimasíða við tíðindastubba frá Suðurrás, "Gamli vegurin".]</ref> Áðrenn vegurin um Hovsegg lat upp í 1958 var ongin koyribreyt til bygdirnar norðanfyri Hovsegg. Tá máttu fólk antin ganga eftir varðagøtunum ella sigla.
 
Tann 23. november 2005 varð adressuskráin í Hovi góðkend av matrikulstovuni, gøturnar eita: Garðsvegur, Brekkuvegur, Í Leivsgarði, Brúarvegur, Stapavegur, Traðarvegur, Heygavegur og Við Grind.