Munurin millum rættingarnar hjá "Skála (bygd)"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 11:
[[Mynd:Football_field_of_Sk%C3%A1li,_Faroe_Islands.JPG|thumb|left|180px]]
[[Mynd:Svanur 5-mannafar Skala Rodrarfelag.jpg|thumb|left|180px|Svanur er 5-mannafar hjá [[Skála Róðrarfelag]]]]
'''Skála''' er ein bygd á vestursíðuni á [[Skálafjørður (fjørður)|Skálafjørðinum]] í [[Eysturoy]]. Síðan [[2004]] er Skála partur av [[Runavíkar kommuna|Runavíkar kommunu]]. Fólkatalið er í dag 668 (í 2013). [[Skála Skipasmiðja]] er størsta arbeiðsplássið á Skála. Her eru nógv skip í [[Føroyar|føroyska]] flotanum bygd. Harumframt verða nógvar umvælingar gjørdar á Skála Skipasmiðju, bæði føroysk og m.a. [[Russland|russisk]] skip verða umvæld á Skála. Á hvørjum ári er bygdastevna á Skála, har [[fótbóltur]] og [[kappróður]] eru ein týðandi partur av tiltøkunum. Um summarið vitja ferðafólk í bygdini. Eitt kampingpláss er við ítróttarhøllina á Skála og her hava, umframt einstaklingar, fleiri stórir kampingbólkar vitjað síðan plássið latlæt upp í [[2004]].
 
Tríggir skúlar hava verið á Skála. Elsti skúlin varð bygdur í 1876. Har var bara ein skúlastova. Skúlin stóð beint uttan fyri Gjógvaráodda, men er niðurtikin. Í 1960 varð nýggjur skúli tikin í brúk við trimum skúlastovum. Seinni vórðu tríggjar stovur gjørdar afturat í kjallaranum. Í tí býgninginum hava eisini verið læknahøli og tannlæknastova. Tann skúlin varð tikin niður í 1990, tá núverandi skúli varð tikin í brúk.