Munurin millum rættingarnar hjá "Kári P. Højgaard"

686 bytes løgd afturat ,  5 ár síðan
infoboks og dagføring
(infoboks og dagføring)
{{Politikari
[[Mynd:Kari P. Hoejgaard, viceordforande i vastnordiskaradet. Sessionen i Stockholm 2009.jpg|thumb|right|250px|Kári P. Højgaard er ein av teimum gomlu sjálvstýrisfólkunum - ein av teimum, sum ikki hevur umboðað aðrar flokkar. Kári P. Højgaard er 63 ára gamal, er giftur við Simonu, fødd Eliasen úr [[Fuglafjørður|Fuglafirði]], og tey eiga seks børn.]]
| navn = Kári P. Højgaard
'''Kári Páll Højgaard''' (føddur 21. juli 1951 á [[Strendur|Strondum]]) er [[Føroyar|føroyskur]] politikari, valdur á [[Føroya Løgting]] í 2001 fyri [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisflokkin]]. Frá 2011-13 var hann [[Innlendismálaráðharrar í Føroyum|innlendismálaráðharri]]. Kári er limur í [[Útnorðurráðið|Útnorðurráðnum]], har hann eisini var formaður í tíðarskeiðnum 2008-09 og aftur í 2011-12. Hann hevur verið annar fasti limurin í [[Norðurlandaráðið|Norðurlandaráðnum]]. Áðrenn hann gjørdist politikari arbeiddi hann sum postmaður í [[Eysturoy]]nni frá 1971, áðrenn tað var hann nøkur ár til skips.
| mynd = Kari P. Hoejgaard, viceordforande i vastnordiskaradet. Sessionen i Stockholm 2009.jpg
| myndstødd = 250px
| føddur = 21. juli 1951
| fstaður = Strendur
| deyður =
| dstaður =
| trúgv =
| yrki = Politikari, postavgreiðslumaður
| útbúgving =
| flokkur = [[Sjálvstýrisflokkurin]]
| álitisstørv1 =
| álitisstørv2 =
| álitisstørv3 =
| álitisstørv4 =
| álitisstørv5 =
| valdur1 =
| valdur2 =
| valdur3 =
| valdur4 =
| valdur5 =
}}
 
'''Kári Páll Højgaard''' (føddur [[21. juli]] [[1951]] á [[Strendur|Strondum]]) er [[Føroyar|føroyskur]] politikari, valdur á [[Føroya Løgting]] í 2001 fyri [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisflokkin]]. Frá 2011-13 var hann [[Innlendismálaráðharrar í Føroyum|innlendismálaráðharri]]. Kári er limur í [[Útnorðurráðið|Útnorðurráðnum]], har hann eisini var formaður í tíðarskeiðnum 2008-09 og aftur í 2011-12. Hann hevur verið annar fasti limurin í [[Norðurlandaráðið|Norðurlandaráðnum]]. Áðrenn hann gjørdist politikari arbeiddi hann sum postmaður í [[Eysturoy]]nni frá 1971, áðrenn tað var hann nøkur ár til skips. Hann er giftur við Simonu, fødd Eliasen úr [[Fuglafjørður|Fuglafirði]], tey eiga seks børn.
 
== Lívsleiðin í politikki ==
=== Formaður Sjálvstýrisfloksins ===
Kári P. Højgaard varð valdur til formann fyri [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisflokkin]] í 2002. Hann var formaður til oktober 2010, tá [[Kári á Rógvi]] gjørdist nýggjur formaður.<ref>[http://www.portal.fo/?lg=74528 Portal.fo, Kári P. Højgaard tekur seg aftur sum formaður.]</ref> Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fekk flokkurin bara eitt tingfólk valt, og tað var Kári P. Højgaard. Flokkurin helt aðalfund 10. november 2011 og valdi Kára P. Højgaard til formann.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/nu_er_kari_aftur_formadur_i_sjlvstyrisflokkinum Aktuelt.fo, Nú er Kári aftur formaður í Sjálvstýrisflokkinum]</ref> Sambært viðtøkum felagsins skal formaðurin veljast millum tinglimir ella landsstýrisfólk floksins, flokkurin fekk eitt landsstýrisfólk, men aðalfundurin varð hildin mitt undir telvingini av landsstýrissessum, so onki var endaliga avgjørt tá. Kári P. Højgaard hevur verið formaður Sjálvstýrisfloksins hesi tíðarskeið:
 
*2002 - oktober 2010
*november 2011 - apríl 2015
 
Hin [[9. apríl]] [[2015]] varð kunngjørt á tíðindafundi, at Kári P. Højgaard tók seg aftur sum formaður Sjálvstýrisfloksins, nýggjur formaður gjørdist [[Jógvan Skorðheim]], sum eisini var borgarstjóri í Klaksvík. Kári helt tó fram sum løgtingsmaður og ætlaði eisini at stilla upp til [[løgtingsvalið 2015]].
 
=== Limur í Útnorðurráðnum ===